Jørgen Niclasen heldur fram sum formaður fyri Fólkaflokkin.
Tað er greitt, nú flokkurin hevur havt floksleiðslufund í morgun í sambandi við landsfundin. Og hetta er 11 ferð, at Jørgen Niclasen er valdur til floksformann.
Annars hevði hann ein annan merkisdag mikudagin, tá tá hevði hann verið løgtingsmaður, og landstýrismaður, í samfull 25 ár.
Jørgen Niclasen er 48 ára gamalur og yngstur av tingmanningini hjá Fólkaflokkinum.