- Tað kemur ikki upp á tal at at hækka skattir og avgjøld hjá fólki, fyrrenn tað almenna fyrst hevur munandi sparingar í verk.
Tað ger Jørgen Niclasen, formaður í fólkaflokkinum, púra greitt.
Hann staðfestir, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin í samgonguni eru rættiliga ósamdir um, hvussu javnvág aftur skal fáast á fíggjarlógina.
Javnaðarflokkurin hevur ført fram, at tað ber ikki til bara at hyggja eftir útreiðslunum á fíggjarlógini, tí tað ber ikki til at spara seg burtur úr kreppuni. Formaður floksins ásannaði í Sosialinum í farnu viku, at hvat sparingum viðvíkur, er pínumarkið við at vera rokkið og flokkurin vil ikki hoyra talan um at ganga vælferðartænastum stórt nærri enn samgongan longu hevur gjørt.
Tí staðfestir Javnaðarflokkurin, at tað verður eisini neyðugt at hyggja eftir inntøkunum á fíggjarlógini fyri at fáa javnvág í búskapin og í hesum sambandi hugsar hann um at hækka avgjøld á bensini og diesel. Men hann hugsar eisini um at áleggja fiskiflotanum tilfeingisgjøld og hann hugsar somuleiðis um skatta samfelagsskaptan vinning av at selja jørð og hús.
Samfelagsskaptur vinningur er vinningur, sum er skaptur av vanligum príshækkingum og sum sostatt ikki er skaptur av tí at ábøtur og útbyggingar eru gjørdar.
Nakrar treytir
Jørgen Niclasen staðfestir, at í royndunum at fáa javnvág á fíggjarlógini, er fyrsta treytin, at útreiðsluvøksturin verður steðgaður.
- Tað kemur undir ongum umstøðum upp á tal at senda fólki eina einastu rokning fyri at økja um almennu útreiðslurnar, sigur hann.
Hesin málsetningurin verður serliga áhugavert, nú øll tey almennu fakfeløgini skulu samráðast um nýggjan lønarsáttmála í heyst.
Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur, at politiski myndugleikin hevur verið beinleiðis orsøkin til at almennu útreiðslurnar eru hækkaðar heili 80% hesi seinastu fáu árini. Men samstundis eru inntøkurnar bara hækkaðar 30%.
- Tí verður tað eisini avgjørt neyðugt, at politiski myndugleikin eisini tekur ábyrgdina á seg at spara, heldur enn at senda fólki fleiri rokningar.
Formaður fólkafloksins vísir á, at Búskaparráðið hevur roknað seg fram til, at verða útreiðslurnar hjá tí almenna minkaðar 2% um árið og inntøkurnar hækkaðar 3%, verður javnvág á fíggjarlógini í 2014.
Og tað er akkurát hetta, samgongan hevur sett sær fyri, at fáa javnvág í fíggjarlógina upp á 3-5 ár.
Búskaparliga semja
Jørgen Niclasen vil nú hava eina búskaparliga semju um at fáa javnvág aftur á fíggjarlógina.
Hetta skal helst vera ein semja, sum bæði samgonga og andstøða taka undir við og tað fer hann nú at virka fyri.
- Grundarlagið undir semjuni skal í fyrstu atløgu vera at útreiðsluvøksturin hjá tí almenna steðgar. Í øðrum lagi skal grundarlagið vera, at sparingar verða settar í verk.
Verða tær teytirnar uppfyltar vil hann ikki afturvísa, at ein búskaparlig semja eisin kann føra við sær, at avgjøld av ymsum slagi eisini verða hækkað.
- Men tann avgjørda treytin er, at sparingar verða fyrst settar í verk, endurtekur hann.
Hvussu nógv útreiðslurnar skulu minka, vil hann ikki meta um, tí hetta verður alt ein spurningur um at finna eina javnvág.
Umframt vanligar sparingar á alskyns økjum, hugsar formaður Fólkafloksins um at leggja stovnar og fyrisiting saman.
Eitt nú hugsar hann um at samskipa fíggjarmálaráðið, gjaldsstovuna, hagstovuna, landsbankan, stýrið fyri toll & skatt.
Hann hugsar eisini um at ymsar eftirlitstovnar, eitt nú Fjarskiftiseftirlitið, heilsufrøðiliga eftirlitið, umhvørviseftrlitið og brúkaraumboðið.
- Vit hava eisini eina ørgrynnu av bústovnum av ymsum slagi við hvør sínari leiðslu, sum saktans kunnu samskipast betri
Jørgen Niclasen heldur, at her eru sparingar at heinta við at leggja umsitingina av hesum stovnunum saman fyri at samskipa leiðslur, umsiting, journalir, telefonskipanir og annað.
- Og hví skal hvør bústovnur og dagstovnur hava sína leiðslu og hví kunnu stovnar, sum allir ansa eftir almennu umsitingini, ikki samskipast, eitt nú landsstýrismálanevndin, landsgrannskoðarin, Løgtingsins Umboðsmaður, løgtingsgrannskoðararnir, løgmansskrivstova og løgtingsskrivstovan.
- Har eru heilt víst eisini sparingar at heinta við samanleggingum, heldur formaður Fólkafloksins.
Tað er heldur ongin ivi í hansara sál um, at allar dupultfunktiónir í heilsuverkinum skulu lúkast burtur.
Øktar inntøkur
Umframt sparingar og møguliga onkrar avgjaldshækkingar, metir Jørgen Niclasen, at betri umstøður hjá vinnuni fara at syrgja fyri restini.
- Tekin eru um, at fiskastovnarnir eru við at koma fyri seg aftur.
Harumframt verður dentur lagdur á at fáa útlendskar íløgur til Føroya og somuleiðis verður dentur lagdur á at menna ferðavinnuna. Føroyingar hava ongantíð himprast at fara uttanlands at sigla ella arbeiða á landi og harafturat hava vit fingið toskakvotu á Flemish Cap og kvotu av rossamakreli í Kyrrahavi.
Samstundis verður arbeitt við avtalum við ES og EFTA, sum fáa tollavmarkingar burtur við og somuleiðis verður arbeitt við at fáa betri marknaðaratgongd til Russlands, Hvítarusslands og Turkaland.
Alt hetta heldur Jørgen Niclasen fer at økja um inntøkurnar við landskassan.
Fólkaflokkurin hevur við í hvørji einastu samgongu seinastu nógvu ár. Var tað so umráðandi at tálma almennu útreiðslunum, hví hava tit so góðtikið vøksturin?
- Ja, vit hava verið við at hækka útreiðslurnar. Tað er ongin umbering fyri tað, uttan tað, at vit hava verið við í nøkrum semjum í ymsum samgongum. Men nú vilja vit eisini taka tað á okkum at lækka tær aftur, sigur Jørgen Niclasen.