Løgtingvalið 7. juli 1994 var nakað helt serligt. Javnaðarflokkurin fór úr 10 tingfólkum niður í 5, og nýggju flokkarnir, sum stillaðu upp til hetta valið fingu tilsamans 18,6 prosent av atkvøðunum.
Danir tosa um »jordskredsvalget i 1973«, tá til dømis danski Javnaðarflokkurin misti 24 tingsessir og Konservativi Fólkaflokkurin 15. Nýggi flokkurin hjá Glistrup kom stormandi inn á Fólkating við 28 tingfólkum, eins og nýggi flokkurin hjá fyrrverandi javnaðarmanninum Erhard Jacobsen kom á ting við 14 tingfólkum.
Men venda vit aftur til løgtingsvalið fyri 25 árum síðani, so var tað sermerkt við, at Javnaðarflokkurin fekk so stóra afturgongd. Atli Dam, sum meira enn nakar hevði myndað føroyskan politikk síðani hann trein á politiska pallin í 1970 sum landsstýrismaður fyri Villa Sørensen í Klaksvík, sum doyði, varð ikki afturvaldur. Á valinum í 1990 var Atli Dam valdur á ting við metnógvum atkvøðum. Hann fekk 1.351 persónligar atkvøður í Suðurstreymoyar valdømi, sum er var tað mesta, sum nakar nakrantíð hevði fingið.
Atli Dam og Javnaðarflokkurin fingu tað skoðsmál at vera orsøkin til ringu kreppuna, sum gjørdi um seg í 1992 og 1993.
Stríð hevði tikið seg upp millum nøkur leiðandi fakfelagsfólk, sum vanliga høvdu verið Javnaðarflokkinum trúgv, og flokkin. Tey stovnaðu Verkamannafylkingina, sum kom buldrandi inn á ting við 9,5 prosentum av atkvøðum og trimum tingfólkum – teirra millum forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag og formanninum í Føroya Fiskimannafelag.
Úrslitið á valinum 7. juli í 1994 var, at allir flokkar – uttan Sambandsflokkurin, gingu aftur. Serliga gekk tað út yvir Javnaðarflokkin, sum mátti lata sær lynda at missa 12,1 prosentstig av atkvøðunum og fimm løgtingssessir. Fólkaflokkurin misti 5,9 prosentstig, men bara ein tingsess. Hjá Tjóðveldi hevði gingið sera illa í 1990, og tað gekk eitt vet verri í 1994, tá flokkurin misti eitt prosent og fór niður á 13,7 prosent av atkvøðunum.
Miðflokkurin kom eisini í eygað til hetta valið, eftir at Kristiligi Fólkaflokkurin Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokkur enn einaferð var farin í tvíningar.
Miðflokkurin fekk 5,8 prosent av atkvøðunum. Umframt tað, so stillaði eisini upp Hin Føroyski Flokkurin, sum fekk 2,4 prosent av atkvøðunum og Frælsisfylkingin, sum fekk 1,9 prosent av atkvøðunum. Tilsamans fingu nýggju flokkarnir á valinum í 1994 ikki færri enn 18,6 prosent av atkvøðunum, sum sigur nógv um, hvussu nógvar atkvøður fluttu millum flokkanar á hesum valinum.
Javnaðarflokkurin, sum hevði størstu afturgongdina, kom í veruleikanum ikki fyri seg aftur fyrr enn á løgtingsvalinum í 2015, tá flokkurin fyri fyrstu ferð í 25 ár aftur var størsti flokkur. Ein posisjón, sum flokkurin hevði á flestu løgtingsvalunum frá 1958 til 1990.
Av teimum tingmonnum, sum fyrstu ferð vórðu valdir á ting fyri 25 áru síðani, eru tað bara Jenis av Rana og Jørgen Niclasen, sum enn hava sæti á tingi. Aðrir politikarar eru tó, sum sita og tingi í dag – og sum vórðu afturvaldir á valinum í 1994: Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum sum fyrstu ferð varð valdur í 1988 og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum fyrstu ferð varð valdur í 1984.