Jørgen sett FaroEXPO

Klokkan 9 í morgun setti uttanríkimálaráðharrin, Jørgen Niclasen, FaroEXPO 2009. Hann segði millum annað, at eitt Útflutningsráð verður stovnað í nærmastu framtíð. Jørgen Niclasen byrjaði røðuna søguliga við at fara aftur í einahandilstíðina, tá 5000 føroyingar búleikaðust á klettunum. Føroyingar høvdu hvørki loyvi at handla símámillum ella við útheimin.

- Men eftir at hetta bannið varð avtikið, er fólkatalið í Føroyum tíggjufaldað, og Føroyar eru vorðnar millum ríkastu londini í heiminum, segði Jørgen Niclasen.

Hann segði, at næstan alt, sum vit framleiða, verður útflutt, og næstan alt, sum vit brúka, verður innflutt.

- Og tí eru vit eitt tað mest altjóðagjørda landið í heiminum, segði Jørgen Niclasen.

Sum nakað heilt nýtt kundi uttanríkismálaráðharrin avdúka, at ráðið arbeiðir við at stovna eitt útflutningsráð.

- Vit vilja helst hava tað sterkasta vinnulívið, vit eiga, savnað saman í eitt útflutningsráð, sum arbeiðir tætt saman við uttanríkisráðnum, eitt ráð, sum kann vegleiða okkum um, hvønn veg vit skulu fara, og hvørjar marknaðir, sit skulu satsa upp á, segði Jørgen Niclasen.

Útflutningsráðið skal eisini ráðgeva um, hvørjar vinnufeðir, vit skulu gera og hvar vit skulu fara.

Enn er ikki greitt, nær Útflutningsráðið sær dagsins ljós.