Í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta gjørdi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, greitt fyri amerikansku sendikvinnuni Carlu Sands, tá tey bæði fundaðust týsdagin, nú sendikvinnan var á vitjan í Føroyum.
Her meinar hann við, at hvørki USA ella Danmark eiga at bestemma, hvat vit gera í Føroyum. Hann vísti her sendikvinnuni á, at hann ynskir loysing frá Danmark, tí hann hoyrir til tjóðskaparliga veingin í føroyskum politikki.
– Vit finna okkum ikki í, at onnur skulu taka avgerðir her. Tað ræður um at handla civiliserað, men ikki leggja seg undir nakran. Har legði eg ikki fingrarnar ímillum, sigur Jørgen Niclasen, sum m.a. fortaldi sendikvinnuni um síni sjónarmið viðvíkjandi 5G-netinum í Føroyum, har danir royna at gera sína ávirkan galdandi.
– Nú hevur Mette Frederiksen boðað frá, at fjarskifti knappliga skal blíva trygdarpolitikkur. Hatta er ein avgerð, sum vit í Føroyum mugu taka, sigur Jørgen Niclasen.
Sum skilst hevði sendikvinnuna ikki nakra serliga viðmerking til hetta.
Landsstýrismaðurin fortaldi henni eisini um síni sjónarmið um kópalógina, har amerikanarar vilja hava, at alarar ikki skulu drepa kóp.
– Vit finna okkum ikki í, at danir byrja at yvirtaka málsøki í Føroyum, eins og vit heldur ikki góðtaka, at amerikanarar skulu bestemma, hvat vit gera við kópin, sigur hann.
Les meira í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur út í morgin.