Jørgensen roynir seg í FC Fyn

Bjarni Jørgensen, sum spældi við EB/Streymi í fjør, er farin til Danmarkar í lestrarørindum. Hann fór til Danmarkar fyri nøkrum mánaðum síðani, og er nú bjóðaður at royndarvenja við felagnum á Fyn í mánadagin.

 

- Eg havi ikki hugsað so nógv um fótbólt, síðani eg fór niður, men nú eg fekk henda møguleikan havi eg valt at royna tað. So eg havi vant eitt sindur fyri meg sjálvan og meti, at eg eri hampiliga væl fyri fysiskt, sigur Bjarni Jørgensen, sum annars hevur havt fleiri skaðar gjøgnum árini.

 

FC Fyn er í tungum sjógvi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Liðið liggur næstaftast og vantar trý stig, fyri at sleppa upp um niðurflytingarmarkið. Tí kemur væl við, at nýggir mans royna at royna seg í felagnum.

Næstbesta danska deildin byrjar aftur í mars.