Jürghinn-konsert og 70ara rokkur

Hóskvøldið hesa vikuna er rokk konsert í Sirkus við Jürghinn. Aftaná er “Oldies/Goldies: 70s rock” disking við Them Mad.

 

Trýmannabólkurin Jürghinn bjóðar til sjáldsama pallframførslu í Sirkus hóskvøldið 6. oktober. Bólkurin, ið sprongdi heysin av fólki við síni fyrstu framførslu á Sement í ár, hevur seinastu tíðina arbeitt uppá eina útgávu, ið eftir ætlan kemur út áðrenn jól. Tónleikurin er ein serstøk blanding av Lynyrd Skynyrd, Jim Beam og Vágasound, og í kvøld verður bjóðað oman at botna eina øl ella ein skarpan, meðan oyrað verður lagt til Jürghinn og føroya feskastu rock & roll framførslu! Eldur verður settur á fyrsta lagið klokkan 21.00.

 

Eftir framførsluna er “Oldies/Goldies” tema við DJ-duoini Them Mad, hesaferð við fokusi á 70ara rokk.