Jørleif Hansen 70 ár

20. november í ár fylti Jørleif Hansen í Fuglafirði 70 ár.

Jørleif er sonur Siggu og Jógvan á Støðini, sum bæði vóru ættað úr Fuglafirði.

Tá ið Jørleif var 10 ára gamal, misti hann mammuna, ið doyði í barsilssong. Eftir sat Jógvan við trimum synum ? Jørleif 10 ár, Arthur 4 ár og so Signari, ið var 4 dagar gamal.

Henda hending tók Jógvani dygt, eins og tveir teir elstu dreingirnir vórðu hart nívdir av at hava mist eina góða mammu.

Men lívið skuldi livast víðari, og Jógvansa størsta ynski var, at dreingirnir komu at hava tað gott, nú mamman var farin.

Elsti sonurin Jørleif fór til mammubeiggjan Jógvan Andreas og konu hansara Kittina at búgva, ið búðu inni hjá foreldrunum hjá Jógvan Andreasi, Petru og Jóan Paula í Toftum.

Miðlingasonurin Arthur kom at búgva á Støðini saman við pápanum, og yngsti sonurin Signar kom at búgva hjá pápabeiggjanum Hans Davidi og konu hansara Kristionnu.

Allir komu teir í góð heim, og hava teir bert gott at bera teimum fólkum, ið tóku sær av teimum.

Eftir lokna skúlagongd fór Jørleif til skips, sum flest allir dreingir tá á døgum gjørdu. Tíðliga í fimmtiárunum sigldi Jørleif við Gulldrangi. Nøkur ár sigldi hann við Mazeppu, ið Hans David Hansen, pápabeiggi hansara, førdi. Tað, ið eyðkendi Jørleif, var nærlagni og arbeiðssemi. Mitt í fimmtiárunum fór Jørleif til Danmarkar á háskúla. Heimafturkomin fór hann aftur til skips og nøkur ár seinni fór hann á skiparaskúla í Havn, har hann tók prógv í 1962.

Eftir útbúgvingina sigldi Jørleif sum stýrimaður við fleiri skipum, m.a. við Álaker, Fimm Systrum og Nornagesti. Einstakar túrar niður á bretska marknaðin var hann stýrimaður á Ólav Halga, ið fuglfirðingar tá áttu.
Eftir at hava verið stóran part av sínum lívi til sjós, søkti hann starv sum havnarfúti í Fuglafirði. Starvið fekk hann, og røkti hann tað til lítar í átjan ár, tá hann legði frá sær vegna aldur.

Jørleif er lættur av lyndi og skemingarsamur. Hann fylgir væl við tí, ið fer fram í føroyska samfelagnum.

Jørleif hevur altíð havt stóran áhuga fyri sangi og tónleiki, og hevur í mong ár sungið í Fuglafjarðar sangkóri.

Hornorkestrinum spældi hann eisini við í mong ár. Ljóðførini vóru mong, ið hann spældi uppá. Stóran ans hevur hann altíð havt fyri náttúruni, og mangan túrin eigur hann á fjøllunum kring Fuglafjørð.

Jørleif er giftur við Sonju, ið er úr Fuglafirði. Tey eiga tvær gentur, Sigga og Malan, ið báðar búgva í Havn.
Jørleif og Sonja eru barngóð fólk, og nýta tey manga løtuna saman við sínum abba- og ommubørnum, ið eru fimm í tali.
Vit, sum kenna Jørleif, fara at ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum og vóna, at hann fær mong góð ár afturat.

Skyldfólk og vinfólk