Bergur Bærendsen
Valevni á samgongulistanum, Lista A
Og tað er helst ein serligur spenningur, tá ein, sum eg, hevur siti sítt fyrsta skeið í býráðsarbeiðinum, og nú aftaná 4 ár kann vænta sær ymiskar hugsanir og meiningar um tað, sum hevur verið á skránni hesa tíðina.
Eg hevði ikki ætla mær út í nakað beinleiðis tjak við navngivnar persónar, uttan at eg so ella so verði biðin um hetta. Tí ætli eg mær heldur ikki, í samband við hesa viðmerkingina, at draga nakran serstakan greinskrivara fram á pallin.
Eg kann bara staðfesta, at fyri nógvar av teimum greinum og viðmerkingum, í samband við býráðsvalið á Tvøroyri, eg higartil havi lisið, er gjøgnumgangandi hugsjónin:
At gongdin seinastu árini, fyri fólkatal eins og vinnulív, hevur havt eitt brá av avtoftan yvir sær
At tvøráfólk eru ?prísgivin til teir magtfullu mynduleikarnar norðanfjørðs?
At vinnulívið á Tvøroyri lítið og einki megnar
At tey tiltøk Tvøroyrar Býráð hesi seinastu 4 árini hevur framt, fólkinum á Tvøroyri at gagni, lítið og einki virði hava
At ætlanir býráðsins í samband við umlegging av kommunuskuldini, fara at gera ilt verri
Tað er harmiligt, at sundurlyndið enn hevur fastatøkur millum summi av teimum, sum bjóða seg fram til býráðsvalið. Eg góðtaki einki av omanfyristandandi svartskygni, men vil hinvegin staðfesta:
At fólkatalið á Tvøroyri aftur stendur í øking, og er nú væl omanfyri 1800 íbúgvar
at vinnulívið á Tvøroyri styrknar ár um ár, prógva við eini stórari øking í partafelagsskattinum
at tað fyrst og fremst eru tvøráfólk sjálvi, sum eiga og skulu loysa egnar trupuleikar
at Tvøroyrar Kommuna saktans megnar at gjalda niður skuldina, eftir tí leisti, sum er skorin í avtaluni við Landsbankan
Tað hevur verið eitt av aðalmálunum hjá sitandi býráð, at fáa goldið skuldina so langt niður sum gjørligt. Hetta hevur havt við sær, at skuldin er niðurgoldin við umleið 40 mió. kr. seinastu 5 árini, umframt at vit nú hava fingið umleið 22 mió. kr. eftirgivnar. Á henda hátt verður skuldin áleið 108 mió. kr. um ársskiftið og verður ætlandi 65 mió. kr. um 5 ár. Til tess at náa hesum máli krevst, at umleið 15 mió. kr . verða goldnar í rentum og avdráttum um árið komandi 5 árini. Hetta er tað sama ella heldur minni enn gjaldið seinastu árini. Her er ikki grundarlag fyri tí svart-skygni, sum fleiri greinskrivarar leggja fyri dagin.
Lat ongan iva verða um, at eg trúgvi uppá eina stóra framtíð fyri Tvøroyri. Her er tað fólk, ið skal til ? soleiðis sum tað altíð hevur verið. Og pláss er fyri øllum nýggjum kreftum, sum vilja virka fyri, at Tvøroyri styrkir sína støðu enn meiri.
Megna býráðspolitikkarar okkara framyvir at standa sum ein maður, í arbeiðinum at bera býin fram, ja so verða tað tvøráfólk sjálvi, sum framyvir seta dagsskránna fyri Tvøroyri.