Jústines og Sakaris í Sirkus

Jústines í Túni og systkinabarnið hjá honum, Sakaris Joensen, spældu seg herfyri í finaluna av Singer-Songwriter kappingini í Kafe Kaspar, har teir vunnu heiðurin at spæla á G! Festivalinum í summar. Í annaðkvøld, fríggjakvøld, kl. 21.00, fara teir at framføra í Sirkus.

 

Jústines er høvuðsmaðurí hesari verkætlanini. Tað er hann, sum skrivar løg og tekstir, og so hjálpir Sakaris honum at skipa løgini og krydda tað heila eitt sindur upp.

 

Tónleikurin, teir spæla, er eitt slag av popputum fólkatónleiki, sum handlar nógv um bæði góðar og keðiligar síður av kærleika. Við trimum orðum lýsa teir tónleikin sum egnan, festligan og fólksligan.

 

Live kvøldið flutt fyri konsertferð

Tað vanliga er, at Sirkus hevur live tónleik hóskvøld, men júst hetta hóskvøldið gongur Í Egnar Hendur konsertferðin fyri seg í Perluni. Sirkus hevur tí í samstarv við Í Egnar Hendur avgjørt at flyta framførsluna hjá Jústines og Sakaris til fríggjakvøld.

 

Jústines og Sakaris fríggjakvøldið kl. 21.00 í Sirkus.