Nólsoyingar og siglingin um Nólsoyarfjørð hava verið í fokus síðan sunnudagin, tá nólsoyingar gjørdu av at gera eitt felags átak til frama fyri farleiðina - lívæðrina - millum Nólsoy og Havnina. Nólsoyingar mótmæltu, at Ternan enn einaferð verður tikin úr sigling.
Átakið í Nólsoy gjørdist ivaleyst meira langdrigið, enn nólsoyingar júst høvdu roknað við, og løgreglan møtti eisini upp í bygdini at syrgja fyri "lóg og landaskili", sum onkur tók til.
Men, her spældi alt væl av, tó at ferðafólk noyddust at vera umborð á Ternuni, sum lá við bryggju í Nólsoy, í nakrar tímar og fólk, sum skuldu til Havnar, eisini noyddust at bíða í nakrar tímar eftir fráferð.
Allan mánadagin var eingin almenn sigling millum Havnina og Nólsoy, tí stjórin á Strandfaraskipum Landsins vísti á, at neyðugt var við einari eftirmeting av tí, sum hendi í Nólsoy, áðrenn siglingin kundi takast uppaftur.
Tískil sigldu nólsoyingar, sum í gomlum døgum, allan mánadagin millum Nólsoy og Havnina í bátum, og soleiðis vórðu eisini neyðsynjarvørur til handilin í bygdini fingnar út um fjørðin í báti. Nógv bátasigling var soleiðis um Nólsoyarfjørð í gjár.
Seint í gjárkvøldið tóku Strandfaraskip Landsins so siglingina um Nólsoyarfjørð upp aftur, og soleiðis fór Jósup úr Havn til Nólsoyar á seinasta túri eftir ferðaætlanini. Tá Jósup kom til bygdar, var nógv fólk á bryggjuni, har tey tóku ímóti við fløggum og kærleiksbamsum.
- Hetta var ein friðarlig og hugnalig løta, verður sagt úr Nólsoy, haðani vit hava lánt viðheftu myndir, sum Facebook-síðan - Nólsoy Nú & Tá - eigur.
##med2##
##med3##
##med4##