Játtaði seg sekan í neyðtøkuroyndum

Í grundlógaravhoyring í dag játtaði ein 19 ára gamal drongur seg sekan í fýra óuppkláraðum neyðtøkuroyndum, umframt ta royndina, hann varð tikin fyri í Viðarlundini í síðsta mánað

Løgreglan hevur nú uppklárað fleiri mál um neyðtøkuroyndir. 19 ára gamli maðurin, sum fyri einum mánað síðani varð tikin og ákærdur fyri at hava hálað eina gentu inn í Viðarlundina og roynt at neyðtikið hana, hevur undir avhoyring hjá politinum játtað fýra aðrar neyðtøkuroyndir.
Hóast maðurin ikki er úr Havn, eru allar fimm neyðtøkuroyndirnar farnar fram í høvuðsstaðnum.
Men maðurin er framman undan dømdur fyri eina neyðtøkroynd í heimbygdini, har hann royndi at neyðtaka eina javnaldrandi gentu, sum hann hevði gingið í flokki saman vikð í 10 ár.
Hendan neyðtøkuroyndin miseydnaðíst eins og hinar fimm, men hann fekk kortini ein treytaðan dóm fyri neyðtøkuroynd. Hesin dómur tekur nú við, um maðurin verður dømdur fyri tær fimm nýggju neyðtøkuroyndirnar.
Og roknast má við dómi, tí maðurin hevur í grundlógaravhoyring í morgun játtað seg sekan.
Tær fýra nýggju ákærurnar vórðu lisnar upp av ákæranum, Finn Ougaard, varafúta, og maðurin játtaði seg sum nevnt sekan í trimum, meðan hann bert segði seg hava verið til staðar við fjórða forholdið.
Síðani vórðu dyrnar lætnar aftur, og miðlarnir rendir á dyr.

Játtar
Tær fýra neyðtøkuroyndirnar fóru allar fram sunnumorgnar.
Tann fyrsta fór fram sunnumorgunin 13. juni 2009, tá maðurin feldi eina 26 ára gamla kvinnu niður aftan ífrá, helt henni fast og royndi at hála bukurnar av henni. Men av tí at kvinnan bardist so hart ímóti og rópti um hjálp, gavst 19 ára gamli maðurin og rann avstað.
Ákærdi játtaði seg sekan.
Í øðrum lagi er hann ákærdur fyri sunnumorgunin 24. juli 2011 umleið klokkan 05.05 at hava gjørd sg inn á eina 22 ára gamla gentu í Gundadali. Hann kroysti hana upp ímóti einum lastbili, føldi upp á bringuna og stakk hondina niður í buksurnar á henni.
Eisini her játtaði ákærdi seg sekan.
Í triðja lagi var tað sunnumorgunin 2. august 2011 klokkan 04.45 við SMS at hava roynt at neyðtikið eina 21 ára gamla gentu. Hann feldi hana niður, hálaði blusuna upp og buksur og trussur niður. Men eisini í hesum førinum bardist gentan so hart í móti og rópti, so maðurin tók til rýmingar.
Hann játtaði seg sekan.
Í fjórða førinum var tað sunnumorgunin 15. Januar 2012 klokkan umleið 05.00, at hann jagstraði eina 20 ára gamla gentu úr Tórsgøtu í Kongagøtu, har hann føldi upp á hana og koyrdi hondina niður í buksurnar. Gentan vardi fyri seg og rópti so hart, at maðurin eisini her tók til rýmingar.
Ákærdi játtaði at hann var á staðnum, men ikki at hava gjørt seg kynsliga inn á gentuna.