Játtanin er ov lítil

Stórur tørvur er í Føroyum á undirvísing til teirra, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar. Anne Karin Kjeld, forkvinna í Felagnum fyri lesi- og skriviveik (Lesa), sigur, at í løtuni fáa 60 næmingar undirvísing umvegis felagið, men at tørvurin er munandi størri enn so.

- Vit kundu væl fylt tríggjar flokkar aftrat. Tað er næstan hvønn dag, at fólk ringja, sum vilja sleppa inn her, sigur Anne Karin Kjeld.

Felagið, ið hevur til endamáls at stuðla teimum, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar, varð stovnað í 2001, tí at nógv foreldur at børnum við lesi- og skrivitrupulleikum høvdu í hvør sínum lag roynt at undirvíst børn síni. Neyðugt var, at tær royndir, ið foreldrini høvdu fingið, onkursvegna komu øðrum til góðar, og tí varð felagið sett á stovn.

Morten Kronborg Jacobsen, sum í Sosialinum í gjár gjørdi vart við, at hann fekk ikki nøktandi tilboð til orðblinda sonin, Levi, hevur eisini vent sær til Lesa. Men eftir øllum at døma er hann ein av teimum omanfyrinevndu, ið ikki sleppa framat, tí hann fekk at vita, at tey fingu í verandi løtu ikki hjálpt Levi.

 

Felagið fyri lesi- og skriviveik hevur ikki skúla sum so, men at felagnum eru knýttir 18 undirvísarar, ið undirvísa næmingum í hølunum hjá felagnum í Tróndargøtu.

Yvirhøvur er støðið á undirvísingini í Føroyum gott, men trupulleikin er, at ikki nóg nógvir pengar verða játtaðir til undirvísingina, sigur Anna Karin Kjeld.

 

Játtanin á fíggjarlógini til Felagið fyri lesi- og skriviveik var í ár 1,8 milliónir krónur.