Stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, heldur, at tað er í tøkum tíma, at landsstýrið fer undir privatisering av fyritøkuni, sum nú er eitt alment partafelag. Hetta kemurí kjalarvørrinum av, at nýggja privata framtaksfelagið Notio við m.ø. Sparikassanum, Kaupthing og Tórshavnar Skipasmiðju hevur keypt 18,5 prosent av partabrøvunum í hinum telefelagnum, sum er Kall. Frammanundan hevur almenni Framtaksgrunnurin eisini sett pening í.
? Sum støðan á fjarskiftismarknaðinum er nú, er kappingin ójøvn. Vit hava ikki somu møguleikar at fáa kapital til vega, sum Kall eitt nú hevur. Vit halda tí, at ein náttúrlig gongd hevði verið, at Føroya Tele verður privatiserað, sigur Andras Róin.
Føroya Tele kennir seg tí spert á hesum økinum, tí kappingarneytin hevur betri sømdir.
Avmarkar samstarv
Stjórin vísir eisini á, at Føroya Tele heldur ikki hevur somu møguleikar fyri samstarvi við aðrar fyritøkur, tí tá er ofta vanligt at býta um partabrøv.
Tað at Føroya Tele er alment partafelag, og Kall er ein privat fyritøka er viðvirkandi til, at kappingin gerst ójøvn. Tað mest náttúrliga hevði tí verið at farið undir privatisering av fyritøkuni. Orsøkin er, at Føroya Tele ikki er javnstillað við kappingarneytan Kall, sambært stjóranum. Andras Róin hevur víst á henda trupulleikan áður.
Vandi er fyri, at Føroya Tele liggur sjóvarfallið av sær, og at í leggjarar fara at venda fyritøkuni bakið, tí at teir ikki hava henda møguleikan at seta pening í fyritøkuna í dag.
Hann nevnir eisini møguleikan at selja starvsfólkum partabrøv fyri ein góðan prís, so at fyritøkan fær enn meira loyal og íðin starvsfólk. Hetta ber heldur ikki til í dag.
Ráðini frá Andrasi Róin til politikararnar eru tí, at Føroya Tele skal privatiserast ongantíð ov skjótt. Tí íleggjarar tykjast sera áhugaðir í telefelagnum Kalli, sum kann gerast ein álvarslig hóttan móti Føroya Tele.