Ja til at skerja kjarnorkuvápnini

Við 14 atkvøðum fyri og fýra ímóti hevur uttanríkisnevndin hjá amerikanska Senatinum samtykt at góðtaka ein nýggjan sáttmála við Russland um at skerja vápnagoymslurnar hjá londunum báðum.

Barack Obama, forseti, hevur lagt sera stóran dent á at fáa ein nýggjan avdubbingarsáttmála við russar, og hann hevur strongt á Senatið fyri at fáa tað at samtykkja sáttmálan.

Obama segði í gjárkvøldið, at tann nýggi sáttmálin fer at styrkja ta leiðandi støðuna, sum USA hevur í heimssamfelagnum, samstundis sum hann fer at gera USA tryggari.

Obama og russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, skrivaðu undir sáttmálan í Prag í apríl. Hann sigur, at USA og Russland skulu hava í mesta lagi 1.550 kjarnorkuløðingar í part. Tað er 30 prosent minni, enn tann gamli sáttmálin frá 2002, ásetir.