Jack hevur verið 30 ár á sjónum

Umleið helmingurin av manningunum, sum sigla við Baki og Stelki, eru nólsoyingar. Millum hesar er 44 ára gamli Jack Thomsen, sum í morgin hevur havt sítt starv á skipsdekki í samfull 30 ár

Umborð

Hósdagin ringdu vit á fartelefonina hjá nólsoyinginum, Jack Thomsen, sum siglir við ísfiskatrolaranum Baki.
Við skipinum hendan túrin eru fýra nólsoyingar, harav tann eini, Róin Joensen, er skipari. Tveir aðrir nólsoyingar, sum ikki eru við hendan túrin, eru eisini knýttir at skipinum. Við Stelki, sum partrolar við Baki, eru eisini tveir nólsoyingar, og soleiðis eru tilsamans átta mans úr somu bygd knýttir at hesum báðum skipum.
Tað er umleið ein triðingur av samlaðu manningini.
Fyrru ferð, vit ringdu til Jack í gjár, tók hann ikki telefonina, aðru ferð heldur ikki. Nú hildu vit, at hann kanska hevði frívakt – ella stóð við fullum hondum á dekkinum. Løtu seinni ringir telefonin hjá okkum. Jú, nú er tað Jack. Vit høvdu purrað hann út!
- Eg havi bara fingið mær ein lítlan døgurðaslang, áðrenn vit fara at hála, men eg skuldi uppaftur nú kortini, so tað er í fínasta lagi.
Tað hevur verið smáligt hjá partrolarunum í seinastuni, men hetta er vanligt hesa tíðina av árinum, beint eftir gýting. Fiskurin er ringur at fáast við, og veðrið hevur eisini verið rættiliga óstøðugt í mars.
Jack Thomsen fór 14 ára gamal til skips við saltfiskalínuskipinum, Borðoyarnesi.
- Eg fylti 15 sama dag, sum vit komu aftur av fyrsta túri.
Í samfull 6 ár var ungi maðurin við Borðoyarnesi. Teir gjørdu tveir túrar um árið, og hvør túrur lá millum stívliga tríggjar og uppí einar seks mánaðir.
- Eg var tilsamans 12 túrar við skipinum og hevði ongan frítúr hesi árini. Vit byrjaðu í Eysturgrønlandi, men annars vóru allir túrarnir á Flemmish Kap. Mær hevur dámað væl langar túrar, so hetta var eingin trupulleiki. Pápi mín, Oskar, kom við á øðrum túrinum, og vit fóru báðir í land í senn, sigur hann.
Umborð á Borðoyarnesi egndu teir alla línuna við hond. Jógvan á Gørðunum og Venus høvdu egningarmaskinu, men teir stóðu ikki línubátunum úr Klaksvík kurl.
- Millum skipararnar, sum vóru við Borðoyarnesi hesi árini, vóru eitt nú Hjørleif Rasmussen og Palli Rasmussen.
Av Borðoyarnesi fór Jack umborð á línuskipið Venus eitt skifti og haðani umborð á ísfiskatrolaran Græling, sum var ein av gomlu kuba-trolarunum.
- Í 1987 fór eg við Skálafjalli at royna eftir svartkjafti og kongafiski.
Jack sigur, at hann fyrstu ferð fór umborð á ein kuba-trolara í 1983, og árini frameftir var hann við teimum flestu av gomlu bátunum, sum ikki eru meira í føroyska fiskiskipaflotanum.
- Men eg havi eisini verið við øðrum skipum síðan 1983, eitt nú við rækjuskipinum Ocean Castle í 7 ár og við djúpvatnstrolaranum, Rasmussi Effersø, í nøkur ár.
Jack minnist væl dagin, hann fór við Rasmussi. Hetta var júst 11. september í 2001, tá World Trade Centre varð rakt av flogførum og rapaði.
Í summar eru tvey ár, síðan hann fór umborð á Bak, og her hevur hann verið síðan.
- Nú eru vit tveir túrar umborð og ein í landi, og hetta dámar okkum væl.
Spurdur, hvat hann tekst við í frítíðini, sigur Jack, at í Nólsoy er altíð okkurt at gera.
- Vit hava seyð og gæs, og vit hava bát. Eru líkindini hampilig, er hugsandi, at eg eri í bátinum.
Jack hevur verið ein stóran part av sínum livi á sjónum.
- Leygardagin, 24. mars (tað er í morgin), eru júst 30 ár liðin, síðan eg fyrstu ferð mynstraði við Borðoyarnesi – og um ólavsøkutíð fylli eg 45. So, hetta eru nøkur ár á sjónum tilsamans, heldur hann fyri.
Jack man teljast millum teir menn, sum á hansara aldri eiga flestu dagarnar á skipsdekki.
- Eg haldi, at eg fari ein túr aftrat.
Orðini eigur Jack, tá hann eftir 11 túrar á rað við Borðoyarnesi á sinni varð spurdur, nær hann fór at taka sær ein frítúr.
Hann er lítillátin maður, og ofta eru tað hesir, sum roynast.
Jack Thomsen hevur roynst bæði drúgvur og trúgvur í síni tænastu, og nú hann hevur verið tað mesta av einum hálvum mansaldri á sjónum, er hann framvegis í bestu árum.