Jacob kryddar Haugaard Pelagic

Danski stórskemtarin Jacob Haugaard skal í ár vera við til at lyfta Norðoyastevnukabarettina enn longur upp frá. – Hann verður við allan vegin, bæði í sketsjunum og tónleikinum, sigur Rudolf Joensen, sum er tryggur við málsligu avbjóðingina á palli, tí Haugaard er jú serfrøðingur í gøtudonskum

- Heitið verður Haugaard Pelagic. Vit taka tað, sum er uppi í sjónum, og nógv umrødda málið á Tvøroyri er also rættuliga upplagt, sigur Rudolf Joensen.
Formaðurin í Klaksvíkar Sjónleikarafelag er sera spentur til árligu Norðoyastevnukabarettina. Tað skal merkjast, at hetta er fimta árið. Kabarettin skal hava eina eyka tonn í ár, sum hann sigur:
- Tí hava vit Jacob Haugaard við. Hann er nevniliga meira enn ein gesta-upptraðkan. Hann kann integrerast í kabarettina. Og so er hann ein dugnaligur sjónleikari og tónleikari, sum dugir at hyggja at føroyska samfelagnum og fáa nakrar skeivar vinklar burturúr, sigur Rudolf Joensen.

Koblingin til Tvøroyrar
Jacob Haugaard er hálvur tvørámaður og hann skilir føroyskt. Sambært Rudolfi Joesen er hann hartil serfrøðingur í gøtudonskum:
- Ja, tað málsliga verður so eingin trupulleiki, hann er vanur við tað gøtudanska, greiðir Rudolf Joensen frá.
Umframt at vera nærum javngamlir, so hava Jacob og Rudolf tað til felags, at teir hava ommur og abbar, sum vóru grannar í býlinginum á Hvítanesi á Tvøroyri.
- Jújú, hann er abbasonur ”havnafútan” á Tvøroyri, greiðir Rudolf Joensen frá, og prátið flytir seg yvir á mest umrødda byggimál í ár.
- Tað er nokk so skeg, at vit hava eitt parlament, sum tekur sær av byggimálum. Tað fáa vit sjálvandi nakað burturúr, við góðari hjálp frá fólki, ið dugir væl at endurgeva landsstýrismannin í innlendismálum, sigur Rudolf Joensen við greiðari adressu til Hilmar Jan Hansen.
- Og við Jacob á palli var koblingin har. Tað var so upplagt við Haugaard Pelagic, sigur Rudolf Joensen, sum lovar eina kabarett við fullum drøni í hálvan annan tíma:
- Vit fáa rættuliga nógv forerandi. Tinghúsvegur 1 plagar at vera rímiliga leveringsdygtigur, og í ár er einki undantak í somáta. So hjá okkum snýr tað seg bara um at absorbera og fáa vinklarnar uppá pláss, sigur Rudolf Joensen og peikar á leikstjóran Jákup Veyhe, sum í mong ár hevur víst seg sum ein meistara á tí økinum.

Venjingarnar
Jacob Haugaard hevur longu verið til fyrstu venjing í Føroyum. Nú fer samskiftið fram, fyrst og fremst umvegis Skype, men síðstu vikuna upp undir Norðoyastevnu verður kendi, danski undirhaldarin í Klaksvík.
- Eg spurdi hann, hvussu hann ynskir at búgva, tá hann kemur hendavegin. Svarið var, at hann vil bara hava eina song. Tí hann kemur til Klaksvíkar at arbeiða, sigur hann.
Samstarvið millum Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Jacob Haugaard hevur, sambært formanninum, gingið fyrimyndarliga væl higartil:
- Hann er øðiliga lýðin, hann aktar og ger tað, sum vit vilja hava. Hartil er hann sera gávumildur, og vit fáa nógv forerandi frá honum, til dømis hansara tónleik og so framvegis, sigur Rudolf Joensen.
Jacob Haugaard er fyrrverandi fólkatingslimur, og á palli í Klaksvík kemur hann at standa yvir av einum núverandi fólkatingslimi, nevniliga Sjúrða Skaale, sum eisini er partur av kabarettini.
- Ja, eg haldi at teir báðir finna væl út av tí. Sum eg havi skilt hevur Jacob eisini givið Sjúrða nøkur tips at brúka á Fólkatingi, leggur Rudolf Joensen skemiliga afturat.


FAKTA

Nær:
Fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld á Norðoyastevnu, tvs. 31/5 – 2/6

Manningin:
Jacob Haugaard
Jákup Weyhe
Sjúrður Skaale
Rudolf Joensen
Hilmar Jan Hansen
Mariann Hansen
Jákup Bernhard Brim
Høgni Olsen

Tónleikur:
Showmenn