Jacob Vestergaard er trekur at gjalda

Tað er ringt at fáa Fiskimálaráðið at fíggja átøk, sum bøta um grindadrápi

Tað er øgiliga trekt at fáa Fiskimálaráðið at gjalda fyri útreiðslur, av, at vit alla tíðina royna at bøta um grindadrápið.

Tað staðfesti Jústinus Olsen, djóralækni, á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum, í gjár.

 

Hann vísir á, at Fiskimálaráðið vil ikki longur raðfesta grindadráp líka frammaliga, sum ráðið gjørdi fyrr.

 

Jústinus Olsen staðfestir í hesum sambandi, at tað gongur rættiliga illa at fáa Fiskimálaráðið at fíggja átøk, sum hava til endamáls at bøta um grindadrápið.

 

Hann nevnir útreiðslurnar til teir nýggju mønustingararnar sum tað feskasta dømi um hetta.

 

Sum vit skrivaði á in.fo í morgun, gekst so illa at fáa nakran at gera tað serstaka blaðið til teir nýggju mønustingarnar fyri ein rímuligan kostnað, at teir endaðu heilt hjá einum knívasmiði í Japan.

Hann kann gera blaðið fyri góðar 400 krónur hvørt.

 

Les eisini: Gera føroyskan grindareiðskap í Japan

 

Jústinus Olsen hevur hugsað sær, at vit útvega okkum 200 mønustingarar, sum síðani verða býttir ímillum tey ymsu grindaøkini.

 

Tað fer at merkja ein útreiðsla á einar 82.000 krónur, bara til sjálv bløðini.

Mett verður, at tilsamans fer hvør mønustingari sostatt at kosta onkustaðni ímillum 3.000 og 4.000 krónur.

 

Les eisini: Vit skulu taka væl ímóti Sea Shepherd

 

Mønustingarin skal gerast eftir ávísum máli fyri at lúka treytirnar og virka eftir ætlan.

Og Djóralækinin heldur, at tað hevur alstóran týdning, at allir mønustingararnir eru so líkir sum gjørligt fyri at sleppa undan ivamálum um, hvørjir eru lógligir, og hvørjir ikki lúka treytirnar.

 

Les eisini: Størsta mótmæli ímóti grindadrápi nakrantíð

 

Men tann brennandi spurningurin er so, hvør skal rinda teir?

Jústinus Olsen sigur, at tá ið Atli Dam var løgmaður, og Kjartan Hoydal og Kaj Mortensen vóru embætismenn, legði landsstýrið stóran dent á at fremja ábøtur á grindadrápið.

- Tað stóð ongantíð á at fáa fígging til endamál, sum skuldi bøta um grindadrápið, sigur hann.

 

Eitt dømi um tað eru teir nýggju blásturkrókarnar, sum vit fóru yvir til at brúka ístaðin fyri tann gamla grindakrókin.

 

- Tilsamans kostaði tað eina hálva millión at útvega blásturkrókarnar og línurnar til teir. Men tað var ein útreiðsla, landsstýrið, rindaði alla sum hon var, uttan hóvasták.

 

Men Jústinus Olsen sigur, at hesi síðstu árini er Fiskimálaráðið vorðið nógv trekari at fáast við í sambandi við grindadráp.

 

Mett verður, at tað sostatt fer at kosta ímillum 600.000 og 800.000 krónur at úvega 200 nýggjar mønustingarar til allar hvalvágirnar í landinum.

 

Djóralæknin heldur, at tað besta hevði verið at Fiskimálaráðið eisini fíggjaði tað, sum tað kostar at útvega teir nýggju mønustingararnar, heldur hann.

 

Men sum gongdin hevur verið seinastu árini, er tað eitt stórt ivamál, hvussu nógv, Fiskimálaráðið vil fíggja av teimum.

 

Jústinus Olsen sær tí fyri sær, vil Fiskimálaráðið ikki bera útreiðslurnar, kunnu kommunurnar gera tað.

 

Einfaldasti mátin er at hvørt grindaøkið fær eitt ávíst tal av bløðum og so kunnu tey ymsu grindaøkini gera mønustingararnar sjálvir, hvør sær.

Alt hetta er so spurningar, sum verða kannaðir í løtuni.