Jákup Martin og HB fóru úr Hólmanum við øllum

Stórt kiks í uppspælinum bar við sær, at dysturin beinanvegin gekk fyri seg eftir fyritreytunum hjá HB

Fyri fyrstu ferð, síðani hann og EB/Streymur í sátt og semju um ársskiftið bóðu hvørjum farvæl eftir at hava samstarvað í fýra ár, var Jákup Martin Joensen í dag í Hólmanum á Eiði.

Nú var kasketturin hjá Jákupi Martin, at hann er HB venjari, og setningurin hjá honum og HB er at halda tørn og royna at vinna seg inn á toppliðið KÍ.

HB vann 3-0 í Hólmanum á Eiði, og tað var ongantíð ivi um, at gestirnir fóru at vinna øll stigini. Beinanvegin gjørdi EB/Streymur stórt mistak í uppspælinum. Tað var í egnum brotsteigi. Mikkel Dahl fekk fatur á bóltinum, sum hann við neyvum skoti setti í málið.

HB hevði tak á, og Dan í Soylu, Matthias Præst Nielsen og Adrian Justinussen stýrdu miðvøllinum, og báðir vongverjarnir – Hanus Sørensen í høgru og Viljormur Davidsen í vinstru – hjálptu væl til í framrættaða partinum.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð 2-0. HB vann horna, og bólturin endaði hjá Matthias Præst Nielsen, sum setti hann í netið.

Eftir steðgin bjóðaði EB/Streymur av, hugburðurin var góður, heimamenninir vunnu nærdystir, og tað var heilt undarligt, at tað ikki eydnaðist at minka um munin, tí heimaliðið hevði heilt stórar málmøguleikar. Í somu roynd vóru bæði Jákup Hummeland og Gutti Dahl-Olsen í heilt góðari støðu, men HB blokeraði og bjargaði á strikuni, og so gekk bara ein lítil løtu, inntil tað var 3-0. Enn einaferð var tað Mikkel Dahl, sum skoraði og harvið var tvífaldur málskjútti. Uppleggið átti Mads Borchers, sum sera lítið sjálvsøkið legði bóltin upp á tvørs, tá ið hann sjálvur var í góðari støðu at royna ímóti málinum.

Næstu stóru vikuna bíða tað HB tvær stórar uppgávur. Týskvøldið verður tað í fjórðingsfinalu í steypakappingini ímóti B36, og annan sunnudag fær HB vitjan av KÍ.