Tað eru tveir jóansøkudystir í bestu fótbóltsdeildini í dag.
Tann fyrri var tíðliga seinnapartin á Vágseiði, har FC Suðuroy hevði vitjan av B68, og tann seinni verður í Trongisvági klokkan 19, tá ið TB tekur ímóti EB/Streymi.
Jákup á Borg er venjari hjá B68, og B68 venjarin og hansara menn rigga nú til at fara aftur um Suðuroyarfjørð við trimum stigum í viðførinum. Úrslitið var 3-0 B68 sigur, eftir at toftamenn í fyrra hálvleiki og undan fríska lotinum vóru frammanfyri 1-0.
Í fyrra hálvleiki skoraði Sebastian Lau Nielsen, sum var fremsti maður á miðvøllinum. Tað var eftir horna í 27. minutti, og tað var sentrali miðvallarin Jákup N. Vilhelmsen, sum átti næstsíðsta fótin á.
Fyrstu løtuna eftir steðgin var heimaliðið ágangandi. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur FC Suðuroy skorað mál, men í dag eydnaðist tað ikki. Næst við var tað, tá ið sentrali miðvallarin John Villi Wøldike Leo royndi seg við frísparki úr 39 metrum, og bólturin brast í tvørtræið aftanfyri Rasmus Nilsson, sum í dag fyri fyrstu ferð vardi B68 málið.
17 minuttir undan leikloki økti B68 um munin til 2-0. Innskifti Marjus Nón spældi í høgru eitt tvey saman við Sebastian Lau Nielsen, og tað endaði við, at Marjus Nón eitt sindur úr høgru sendi bóltin framvið málverjanum og í handaru síðu av málinum.
Jóhan Josephsen staðfesti stutt undan dystarenda 3-0 sigurin. Marjus Nón spældi í brotsteiginum Jóhan leysan eitt sindur til vinstru, og Josephsen maðurin lyfti bóltin framvið málverjan, áðrenn hann við høvdinum stýrdi hann í málið.
Jóansøkusigurin ber við sær, at B68 hevur 17 stig, og tað eru 11 stig aftur til liðini úr Suðuroy, sum bæði eru undir strikuni.
FC Suðuroy – B68 0-3 (0-1)
0-1: Sebastian Lau Nielsen
0-2: Marjus Nón
0-3: Jóhan Josephsen
Dómari: Dagfinn Forná
FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Olaf Godtfred, Jimmy Absul, Owusu, Emmanuel Andorful – Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo – Pætur Augustinussen, Dánjal Godtfred, Fríði Holm – Eliasu Aminu Champang
Gult kort: Olaf Godtfred, Salmundur Bech, Hunter Bell
B68: Rasmus Nilsson – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jeosen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Karsten Clementsen, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Sebastian Lau Nielsen – Emanuel Kulego, Jóhan Josephsen, Djóni Samuelsen
Gult kort: Sebastian Lau Nielsen