Jákup Thomsen skoraði ímóti Atletico Madrid

Saman við viðleikarunum í FC Midtjylland gjørdi føroyski U21-landsliðsleikarin bart ímóti spanska stórfelagnum.

UEFA Youth League er ungdómsins svar upp á Champions League, har ymisk U19-lið hjá fleiri av teimum bestu liðunum í Evropa luttaka í kappingini. Eitt av liðunum, sum er við í kappingini, er danska FC Midtjylland, ið hevur føroyska U21-landsliðsframherjan, Jákup Thomsen, í hópinum.

 

Fyrr í kvøld leiktu Jákup Thomsen og liðfelagarnir ímóti spanska stórfelagnum, Atletico Madrid. Talan var um 1/16-finalu, har vinnarin leikti seg víðari til komandi umfar.

 

Dysturin varð spældur í Herning, og hann gjørdist sera málríkur. Jákup Thomsen hevði avgerandi týdning fyri hann FC Midtjylland, tí at hann var maðurin, sum við góðum skallara skoraði til 3-3 í dystinum. Hetta hendi eftir 55 minuttir. At enda endaði málveitslan 4-4, og tí varð neyðugt við brotssparkskapping, áðrenn nakar vinnari kundi finnast. Her var tað FC Midtjylland, ið dróg longra stráðið, og tískil eru Jákup Thomsen og liðfelagarnir ímillum tey síðstu 16 liðini, sum eru eftir í kappingini.

 

Tað er ikki hissini mótstøða, sum møguliga bíðari Jákupi Thomsen og hinum í FC Midtjylland í komandi umfari í UEFA Youth League. Ímillum møguligu mótstøðuliðini eru Manchester City, Chelsea og FC Barcelona.

 

Tað ber til at síggja málið hjá Jákupi Thomsen HER