Jallurin vísti hinum frá sær

5-mannafør dreingir 17 – 18 ár: Bæði Blikur og Tambar góvu leingi vinnaranum ein skarpan gang

Tað vóru bara tríggir bátar við í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum 17 – 18 ára gamlir. Undanfarnu ferðirnar hevur Spógvin eisini verið við, men tað var hann ikki í dag.

 

Talan var um rættiliga tættan og spennandi róður. Allir tríggir bátarnir royndu at verea fremstir, men tá ið málið var hálvrógvið, legði Jallurin hjá Knørrafelagnum seg á odda, og Jallurin var fremstur allan teinin fram ímóti málinum og vann fyri fjórðu ferð.

 

Blikur hevði eina løtu góðan hug at bjóða av, men sum tað nærkaðist málinum, kendist tað sum mum, at tøkini hjá Jallinum munaðu meiri, og Tambar endaði á triðja plássi.

 

-

 

1Jallurin (RK)05:10.18
2Blikur (AR)05:11.28
3Tambar (RK)05:16.33