James Bond kvinna deyð

Karin Dor frá You Only Live Twice er deyð 79 ár.

Týska Karin Dor, ið var Bond genta í You Only Live Twice frá 1967, er deyð.


 

Hon doyði í heimi sínum í Munchen mánadagin, at hava veri útfyri einum óhepnum falli í fjør.

 


Karin Dor gjørdist 79 ár og var við í mongum filmum í heimlandinum, frá hon var 17 ára gomul.




Á altjóða pallinum fekk eyguni upp fyri henni, tá hon leikti reyðhærda Helga Brandt í 007 filmi, har hon fær uppgávuna at gera av við Bond, leiktur av Sean Connery.




Dor spældi eisini í Hitchcock filminum Topaz og røðunum Ironside og The FBI.




Í fjør datt hon, tá ein mamma skumpaði ein barnavogn frammanfyri sær, og rendi á Dor. Fallið var óheppið. Hon misti vitið í 15 minuttir.




Hon fekk tað betri, men royndir vístu, at skaðarnir ikki vóru horvnir. Og endaliga var hetta við til at hon mánadagin doyði.