Jan Allan Muller hevur gjørt enda á sínari karrieru sum fótbóltsspælari.
Hann hevur avgjørt at gevast sum spælari beinanvegin, hóast hann hevði hálvt ár eftir av sáttmála sínum við Svendborg.
Orsøkin til, at fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin nú gevst, eru skaðar og vantandi hugur til at halda fram í sáttmála við eitt fótbóltfelag.
- Eg fekk ein skaða í búkin, meðan eg var heima í Føroyum og spældi við KÍ. Skaðin er ein fylgiskaði av skaðanum, sum eg havi havt í knænum síðani tíðina í AGF. Eg havi lært at kompensera fyri veika knæið, sum ongantíð er blivið heilt frískt, og tað gongur nú yvir aðrar partar av kroppinum. Og tá slíkt hendir, má verða best at gevast, sigur 30 ára gamli Jan Allan Muller.
Hann hevur ikki vant fótbólt síðani miðskeiðis í september mánaða, og hann hevur ikki spælt fyri Svendborg, síðani hann kom aftur til Danmarkar fyrst í oktober mánaði. Hann hevði eitt hálvt ár eftir at sáttmálanum við Svendborg, men partarnir eru vorðnir samdir um, at tað hálva árið skal strikast.
Síðsta hálva árið hjá mær hevði so at siga alt farið til uppafturvenjing eftir hendan drúgva skaðan, og tá eg var komin fyri meg aftur, skuldi eg gevast. Tí havi av avgjørt, at gevast beinanvegin, sigur Jan Allan Muller.
Brøndby bjóðaði sáttmála
Jan Allan Muller hevur eina hendingaríka og spennandi karrieru aftanfyri seg.
Eftir at hava spælt á 1. liði í VB síðani 1986, fór hann í 1991 til Hollands, har hann gjørdi sáttmálaspælari Go Ahead Eagles. Men longu árið eftir upplivdi hann nakað, sum stendur brent í minni.
Jan Allan skoraði bæði málini, tá føroyska landsliðið tapti 3-2 fyri Brøndby í venjingardysti. Dagin eftir var Frits Ahlstrøm, sum tá starvaðist í Brøndby, í telefonini og segði, at Brøndby var áhuga í at gera 3 ára sáttmála við hann. Men hendingarnar tóku dik á seg, tí sama dag fekk Morten Olsen sekkin sum venjari í Brøndby, og Frits Ahlstrøm avgjørdi at fara við honum. Jan Allan fekk tá at vita, at hann mátti bíða eftir eini viðgerð í nevndini hjá Brøndby.
Tveir dagar seinni ringdi AGF og bjóðaði føroyska spælaranum sáttmála, og tað blivu partarnir samdir um var eitt gott hugskot. Tá sáttmálin við AGF var undirskrivaður, setti Brøndby seg aftur í samband við Jan Allan fyri at fáa sáttmála við hann, men tá høvdu teir ligið sjóvarfalli av sær.
Í AGF upplivdi Jan Allan helst sítt størsta bakkast sum fótbóltsspælari.
- Eftir ein mánaða í felagnum fekk eg ein álvarsaman skaða í knæið, sum gjørdi at eg varð sagdur at verða fótbóltsavlæmningur. Og tað var eitt stórt afturstig fyri meg. Tað oyðilegði nógv fyri mínar møguleikar at halda fram á hægsta stigi, sigur Jan Allan.
Jan Allan Muller fekk sín deyðadóm sum fótbóltsspælari, meðan hann va í AGF, men hann vildi ikki geva seg, og eftir eina tíð fór hann at spæla aftur. Tað var í AC Horsens, har hann spældi fram til 1996, tá hann skifti til Esbjerg. Fyrr í ár lá Svendborg eftir Jan Allani, og har hevur hann spælt síðani.
Ein lætti at sleppa undan sáttmála
Umframt VB, hevur Jan Allan eisini spælt styttri tíðarskeið við HB og seinast við KÍ, har hann fyri fyrstu ferð vann eitt meistaraskap. Tað var samstundis endin á tíðini hjá Jan Allani sum fótbóltsspælari, og maðurin við 34 landsdystum og 4 málum, sigur nú farvæl.
-Í løtuni meti eg tað verða ein øðiligur lætti at sleppa undan at venja og spæla so nógv fótbólt. Eg havi verið sáttmálabundin at feløgum í nógv ár, og tað er rættiliga strævið. Tú skalt venja ella spæla so at siga hvønn dag í vikuni, tú fært ikki lagt tína summarfrítíð, sum tú sjálvur vilt, og sum heild skalt tú syrgja fyri, at tú altíð ert væl fyri, sigur Jan Allan.
- Eg veit ikki, um eg fari at fáa hugin at spæla fótbólt aftur, men geri eg tað, so fer tað altíð at verða sum amatørur og á lægri støði.
Jan Allan fer tó at halda fram í Svendborg, men nú verður tað sum venjari. Hann skal standa á odda fyri junior-liðnum hjá Svendborg, sum spælir við í kappingini um danska meistaraskapin, og tað skal takast sum eitt tekin um, hvat Jan Allan hevur hug til í framtíðini.
- Nú fari eg at royna meg sum venjari, og so fáa vit at síggja, hvat tað kann blíva til, sigur hann.
Harvið er tíðarskeiðið hjá einum litríkum fótbóltsspælari av. Men hvør veit, um hann kemur aftruíaftur sum venjari á høgum støði.
- - - - - -
Jan Allan Muller
Aldur:30 ár
Feløg: VB, Go Ahead Eagles (Holland), AGF (Danmark), HB, AC Horsens (Danmark), Esbjerg (Danmark), Svendborg (Danmark) og KÍ.
Landsdystir: 34
Mál: 4
FM: 1 (1999)