Í ítróttarsosialinum í gjár skrivaðu vit um, at vágbingurin Jan Allan Müller hevði fingið boðið sáttmála við ísraelska 1. deildarfelagið Hapoel Rishon. Vit nevndu eisini, at onkur smærri ting vóru, sum partarnir ikki vóru samdir um, millum annað longdin á sáttmálanum, og hetta var eisini tað, sum førdi til at ísraelska felagið í dag hevur fingið at vita, at Jan Allan ikki longur hevur áhuga í at skriva sáttmála.
Dróg ov leingi út
Umboðsmaðurin hjá Jan Allani, Jákup í Stórustovu frá Nordplayer, sigur við Sosialin, at teir í fyrradagin settu Hapoel Rishon eitt ultimatum, har teir kravdu, at felagið í gjár skuldi svara, um teir vildu ganga ynskjunum hjá Jan Allani á møti. Ísraelska felagið svaraði aftur í gjár, at teir vildu koma við einum endaligum svari sunnudagin, men hetta var ovboðið fyri Jan Allan og Nordplayer, og tískil hevur vágbingurin vent ísraelska felagnum bakið.
Práta við onnur feløg
Jákup í Stórustovu sigur við Sosialin, at Jan Allan nú fer at práta við onnur feløg, ið hava víst honum áhuga. Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so var tað eitt danskt superligafelag, sum var áhugað í at fáa Jan Allan knýttan at sínum hópi frá ársbyrjan komandi ár, og haraftrat er eitt annað útlendskt felag, sum hann skal tosa við.
Jan Allan Müller heldur tó fyribils fram við at venja í Esbjerg, sum hann framvegis hevur sáttmála við, hóast hann lítla og onga spælitíð fær á besta liði felagsins.