Jan Christiansen skilir framvegis onki

Hann skilir framvegis ikki, hví Tinganes skal friðast út á 10 metra dýbdarlinjuna, tí tað kann verða ein stór forðing fyri útbyggingum í Tórshavnar Havn. Og hvat verður av nýggja Smyrli, veit hann ikki

Tinganes


? Eg skilji hetta framvegis ikki. Men hetta kann gerast ein stórur trupulleiki og tí mugu vit sessast at tosa um viðurskiftini.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, er ikki samdur við tilmælið frá forminnisnevndini um at friða Tinganes heilt út á 10 metra dýbdarlinjuna.
?Hevði hon mælt til at friða Tinganen 10 metrar úr landi, kundi eg skilt tað. Men verður Tinganes friða heilt út á 10 metra dýbdarlinjuna, fer tað at elva til stórar trupulleikar hjá Tórshavnar Havn, tí tann linjan røkkur heilt yvir á bryggjukantin, har skipini leggja at.
?Var tann friðingin komin fyrr, høvdu vit ikki sloppið at gjørt atløgupláss til nýggju Norrønu, tí tað økið hevði verið friðað, sigur borgarstjórin.
? Tað verður eisini avmarkað, hvat vit kunnu gera av hvat vit kunnu byggja út í Tórshavnar Havn hereftir.
Eftir yvirlitinum hjá Landsverkfrøðinginum yvir havnir, er tað bara framvið sjálvum høvuðsmolanum, at Tórshavnar Havn er 10 metrar djúp, alla aðrastaðni er hon grynri.
Jan Christiansen sigur, at hetta er heilt órímuligt og hann skilir framvegis ikki tilmælið frá Fornminnisnevndini.
? Eftir tilmælinum frá Fornminnanevndini kunnu vit gera eini háhús á sjálvum bryggjukantimum, men beint niðurvið fáa vit ikki dýpd, ella lagt nýggjar fendarar, ella styrkt bryggjukantin, ella gjørt nakað sum helst, uttan at fáa loyvi frá friðingarmyndugleikun um . Tað er heilt órímiligt og gevur eina ómetaligatunga arbeiðsgongd, sigur Jan Chistiansen.

Smyril sleppur ikki at
Býráðið verður ein av pørtunum, sum verður hoyrdur í málinum, nú landsstýrismaðurin skal taka støðu til, um Tinganes skal friðast út á 10 metrar, ella um Tórshavnar Býráð skal sleppa at dýpa framvið, eins og vit hava greitt frá omanfyri.
?Tá fara vit at greiða nærri frá okkara ætlanum og hvussu vit tryggja, at hellan ikki fær skaða av spreingingum, sigur hann.
? Tí mugu vit finna eina loysn sum allir partar kunnu liva við, tí tað ber heldur ikki til at steðga allari útbygging.
Hann sigur at tað skal ongin ivi vera um, at útgangsstøðið hjá øllum pørtum er tað sama, tí eisini Tórshavnar Býráð leggur stóran dent á at varðveita Tinganes og alt Reynið og hevur brúkt nógvan pening upp á tað endamálið.
Jan Christiansen sigur, at Bursatangi er einasta atløgupláss, sum Tórshavnar Havn hevur at bjóða nýggja Smyrli.
?Men sleppa vit ikki at dýpa, sleppur Smyril heldur ikki at liggja har og sleppur sostatt ikki at leggja at har, tá ið Norrøna er her eisini, so einfalt er tað.
Hetta verður ein trupulleiki mánamorgun, mikudag seinnapart og fríggjamorgun, tá ið bæði Norrøna og Smyril eru á Havnini ísenn.
?Smyril kann ikki liggja undir Skipafelagnum, tí har er ov grunt og annars verður tað eitt altjóða krav, at ferðafólk og farmur skulu vera hvør sær og hvar hann so skal liggja ,veit eg ikki.
? Og tað er púra greitt, at Smyril verður ikki tikin framum onnur skip, sum plaga at liggja at í Havn, eitt nú Smyril, farmaskipini hjá Skipafelagnum og Eimskip og onnur skip, tí tá ið tey skipini skulu liggja at, má Smyril víkja.
Hann sigur eisini, at hóast Tórshavnar Havn fær loyvi at dýpa framvið Tinganesi í oktober, er tíðin so knøpp, at hann veit ikki um tað eydnast at gera ferjuleguna til Smyril til skipið kemur.
? Tað verður vanærilig skomm at koma við nýggjum skipi í oktober næsta ár og so ikki fáa lagt tað at nakrastaðni, sigur Jan Christiansen.