Tað er søtur tónleikur, sum tey í Fuglafirði og ÍF í kvøld varpa út á torg.
Jan Ó. Ellingsgaard hevur skrivað undir sáttmála, sum bindur hann at barndómsfelagnum tvey tey næstu kappingarárini.
Jan hevur seinastu árini verið liðformaður og álit í miðverjuni. Tí kom tað óvart á, tá ið hann tveir dagar undar mikkjalsmessu, tá ið tað gott og væl var farið undir síðsta triðingin av kappingini, fyri síðstu ferð var á listanum.
Ósemja við liðfelaga var orsøk til, at Jan Ó. Ellingsgaard gavst, og tá ljóðaði tað, at hann ongantíð aftur fór at spæla við ÍF, og at hann var á veg í annað felag.
Hetta harmaðust tey nógv um í Fuglafirði, tí 30 ára gamli Jan Ó. Ellingsgaard varð roknaður at vera ein av tryggastu og dyggastu spælarunum.
Í kvøld boðar ÍF frá, at sáttmáli er undirskrivaður millum Jan Ó. Ellingsgaard og ÍF, sum ber við sær, at Jan fer at spæla við barndómsfelagnum í 2021 og 2022.
Burtursæð frá í 2017, tá ið hann spældi við NSÍ, hevur Jan bara umboðað barndómsfelagið í Fløtugerði. Sambært faroesoccer.com hevur hann spælt 257 dystir í bestu deildini og skorað 24 mál, í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 26 dystir og skorað trý mál, og so hevur hann spælt sjey dystir í Europa League.