Næstbesta liðið hjá EB/Streymi vann seg í fjør úr 2. og upp í næstbestu deildina. Har hevur liðið roynt seg fleiri ferðir áður. Tá ið besta liðið hjá EB/Streymi var upp á tað besta og vann FM og steypakappingina fleiri ferðir, megnaði næstbesta liðið at standa seg í næstbestu deildini.
Eftir at hava verið í aldudali staðfesti besta liðið hjá EB/Streymi í fjør av álvara, at tað aftur gongur rætta vegin. Í fjør vann næstbesta liðið seg aftur í næstbestu deildini, har liðið síðst var í 2019. Tá gekk ikki so væl, tí EB/Streymur endaði aftast og flutti niður.
At felagið nú hevur sett Jan C. Dam at venja næstbesta liðið man vera fráboðan um, at ætlanin er, at liðið skal standa seg betur, enn tað gjørdi síðst, tað var í næstbestu deildini.
Jóannes Jakobsen og Jan C. Dam vóru í síni tíð liðfelagar í HB og á landsliðnum, har teir vóru millum teir ellivu, ið á sinni vunnu ímóti Eysturríki. Jóannes Jakobsen er høvuðsungdómsvenjari í EB/Streymi, og nú verða teir báðir aftur so at siga liðfelagar.
EB/Streymur skrivar soleiðis:
EB/Streymur og Jan Christian Dam hava gjørt sáttmála um, at Jan verður høvuðsvenjari hjá 1. deildarliðnum hetta kappingarárið.
Flestu fótbóltsáhugað munnu kennast við Jan. Sum leikari var hann í nógv ár ein av mest eyðsýndu leikarunum í føroysku landskappingini og á landsliðnum, har hann spældi fleiri ymsar leiklutir í verjuni og á miðvøllinum. Hann var millum annað ein av stríðsmonnunum í søguliga 1-0 sigrinum á Eysturríki í Landskrona 12. september 1990. Jan spældi í tíðarskeiðnum frá 1990 til 2000 39 A-landsdystir og skeyt 1 mál. Málið kom í hansara allarfyrsta landsdysti, venjingardystinum móti Íslandi í Gundadali í august 1990, har hann, eftir at verða innskiftur, vann liðnum eitt brotsspark, sum hann sjálvur setti í netið.
Jan hevur spælt yvir 250 dystir í bestu føroysku deildini og aðrar 100 í kappingini um Løgmanssteypið og Evropa-kappingum. Nógv teir flestu dystirnar spældi hann við barndómsfelagnum HB, men hevur eisini umboðað Skansan, KÍ, B68, AB, FS Vágar 2004 umframt Ølstykke í Danmark.
Sum venjari hevur Jan A-lisens og hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann var leikandi venjari hjá Skansanum í 1995 og FS Vágar 2004 í 2007! Í 2015 var hann hjálparvenjari og í 2016 høvuðsvenjari hjá bestaliði hjá HB. Í 2017 tók hann sær av unglingunum hjá HB, sum vunnu steypakappingina tað árið. Á tí unglingaliðnum vóru m.a. Adrian Justinusen, Daniel Johansen og okkara egnu Hjalti Djurhuus og Símun Sólheim. Eitt skifti hevur hann eisini vant nøkur ungdómslið hjá FCK í Danmark.
Jan er 52 ára gamal og arbeiðir til dagligt sum fólkaskúlalærari við Skúlan á Fløtum, har hann millum annað undirvísir á serligu Ítróttarrásini.
Vit ynskja felagnum og Jan tillukku við sáttmálanum, og vit eru spent til kappingin byrjar.