Jan Ottosen: Ein er nógv útsettur sum venjari

Jan Ottosen er diplomatiskur, tá hann verður spurdur um uppsøgnina hann hevur fingið frá VÌF. Hann viðgongur, at tað var hart at fáa uppsøgnina, men Jan Ottosen sigur seg verða komin víðari, og hann vónar, at hann kann innan stutta tíð kann fáa ein nýggjan arbeiðssetning í føroyskum hondbólti. - Ein er nógv útsettur, sum venjari, staðfestir Jan Ottosen.

 

- Eg taki tað róligt nú, og so mugu vit síggja hvat framtíðin býður. Um okkurt føroyskt hondbóltsfelag vil hava meg sum venjara ella konsulent, so eri eg við uppá at bróta upp ermar, og sleppa til arbeiðis aftur. Eg elski at verða í Føroyum, tí mær dámar so væl føroyingar, sum fólk.

 

Undir greinini ber til at hoyra prátið Rás2 hevði við Jan Ottosen millum klokkan 17.45 og 18.00 í dag. Áðrenn prátið við Jan Ottosen, hoyra vit prátið Tróndur Arge hevði við Àka Olsen hjá VÍF um uppsøgnina hjá Jan Ottosen.