Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld triðja dystin í bólki 2 í ovara endaspælinum.
Á útivølli í Sydbank Arena høllini í Aabenraa tapti Viborg 31-34 fyri Sønderjyske. Í steðginum var heimaliðið á odda 12-11.
Talan gjørdist tó um eitt framúr gott avrik hjá Janu, ið skoraði seks mál, og var næstbesti málskjúttin hjá Viborg. Jana legði eisini upp til heili átta mál (assist), og hon vann í einum føri bóltin frá mótstøðuliðnum, tá tær vóru í álopsstøðu. Sambært hagtølunum var Jana mest effektivi leikarin á vøllinum.
Viborg hevur enn til góðar at fáa fyrsta stigið í bólki 2. Viborg er aftast við ongum stigi. Esbjerg er fremst við seks stigum, og Ikast-Herning er nummar tvey við fimm stigum. Sønderjyske hevur tvey stig á triðja plássinum.
Leygardagin 10. mai klokkan 15 hevur Viborg heimadyst móti oddaliðnum, Esbjerg.