Jannie sigraði fyri 100. ferð

6-mannafør kvinnur: Jarnbardur hevur fult stigatal og er stórfavorittur at vinna FM

Tað er eingin ivi um, at Jarnbardur við kvinnum verður FM vinnari í 2022. Í dag vann Jarnbardur fyri fimtu ferð og hevur fult stigatal. Jarnbardur hevur 35 stig, og næstur Jarnbardi er Froðbingur við 30 stigum. Forðbingur var tann einasti báturin, sum í Vestmanna hevði hug at bjóða favorittunum av, men tað var skjótt, at munurin millum tveir teir fremstu var meiri enn ein bátslongd.

Við stýrisvølin umborð á Jarnbardi situr Jannie Dam Jacobsen, sum hevur nógvar royndir og hevur vunnið meiri enn nakar annar í føroyskum kappróðri. Í dag vann hon fyri 100. ferð ein FM kappróður.

-

1Jarnbardur (RK)04:57.09
2Froðbingur (FSR)05:00.12
3Sundabáturin (NHR)05:11.15
4Páll Fangi (KRF)05:23.22
5Sjóherji (Tindur)05:33.31

stavnur.fo

-

FM støðan

1Jarnbardur (RK)35
2Froðbingur (FSR)30
3Sundabáturin (NHR)25
4Páll Fangi (KRF)19
5Sjóherji (Tindur)15
6Tvørabáturin (FSR)3
7Sjódrekin (Skála)1