Janus gleðir seg til Hermes Houseband

(SF 2016 - ljóðsamrøða frá Rás2) Janus Rein heldur, at summarfestivalurin er barnavinarligari enn ólavsøkan

Summarfestivalurin í Klaksvík er meiri barnavinarligur enn ólavsøkan í Havn. Tað heldur fyrrverandi løgtingsmaðurin, Janus Rein. Janus Rein heldur, at príslegan fyri tað, sum børn kunnu uppliva er nógv meiri rímulig enn hon var fyri tað, sum børnini sluppu at uppliva á Skálatrøð í Havn á ólavsøku.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Sasho Bjartsson gjørdi í beinleiðis summarfestivalssending á Rás2 við systkinabørnini, Janus Rein og Ragnhild Ellingsgaard, sum er eitt av starvsfólkunum hjá summarfestivalinum.

 

Janus Rein staðfestir, at hann er meiri ein brúkari av summarfestivalinum, enn ein brúkari av G-festivalinum. Hann er eins og Aksel V. Johannesen ikki nakar Cliff Richard fjeppari, men Janus Rein heldur, at gamli enski poppsangarin kom væl frá sínari framførslu í gjárakvøldi. Hann heldur tó, at gamla røddin hjá Cliff Richard var heldur slitin teir seinastu fýra sangirnar.

 

Janus Rein gleðir seg nógv til at hoyra Hermes Houseband, sum er meiri tónleikurin til ættarliðið, sum hann hoyrir til.