Janus á Húsagarði við øðrvísi videolagi

29. desember kom nýggja lagið Pub Down on the Corner hjá The Crowberry Band. Pub Down on the Corner handlar um Mimir í Havn. Mimir kom til í teimum tíðum har rúsdrekkasølan var nakað øðrvisi enn hon er í dag. Soleiðis var bert loyvi at skonkja limum rúsevni í Mimir, men síðan 1992 hevur verði opið fyri øllum.

 

The Crowberrry Band er navnið á orkestrinum hjá Janus á Húsagarði sum bleiv stovnað í 2015, og hevur spælt konsertir í spælistøðum og festivalum kring landið.

 

Tónleikurin hevur millum annað íblástur í Írskum fólkatónleiki. The Crowberry band koma út við fyrstu fløgu Good Luck í fyrstu helvt av 2018. Janus á Húsagarði hevur skrivar allar tekstir og løg.

 

Á Pub Down on the Corner spæla: sang - Janus á Húsagarði, kór sang - Brenna McCormick Jacobsen, kór sang - Malan Thomsen, guitar - Uni Debess, trummir - Brandur Jacobsen, piano/rhodes/guitar/kór sang - Finnur Hansen, bass - Johannis av Rógvu Joensen, steel guitar - Jákup Zakariasen.