Janus Jacobsen 70 ár

Í gjár, týsdagin 1. oktober, vóru tað 70 ár síðani, at Janus Jacobsen varð borin í heim. Janus er klaksvíkingur, og hann hevur alla sína tíð búð í føðistaðnum.
Hann vaks upp á Stongunum. Foreldrini vóru Hjørdis, sum var ættað av Trøllanesi, og Alexander, sum var ættaður av Húsum. Janus er elstur av trimum brøðrum. Hinir eru John (1945) og Árni (1951). Allir tríggir brøðurnir búgva í Klaksvík.
Minnið er sjáldsama gott, og Janus hevur framúr evni at siga frá og lýsa í smálutir, hvussu tað var at vaksa upp á Stongunum og í Klaksvík. Barnaárini vaks bygdin nógv og avbjóðingarnar hjá myndugleikunum vóru margfaldar og stórar. Skúlagarðurin var alt Eiðið, og norðuri á Stongunum vuksu børnini upp í vinnuliga meldrinum á Kósini, á bedingini og heimi á Stongunum og Varpinum, og tað var so mangan, at Janus og hinir vóru at síggja á vágni á flakum og í bátum og í Ravnagili á veg niðan á ella oman av Kjølinum.
Alexander var skipstimbrari, og tá ið Janus sum 14 ára gamal hevði sagt skúlanum farvæl, var tað so nátúrligt, at hann fór í læru á bedingini, har maðurin í grannahúsunum var meistari.
Ofta at hava hoyrt og sæð Janus lýsa arbeiðsumhvørvi, uppgávur og avbjóðingar og arbeiðsfelagar og kundar á bedingini ger, at tú næstan kennir teg at hava verið partur í hesum. Umframt uppgávurnar hjá meistara og formonnum, skipstimbrarum, maskinmonnum, dúkkara og skrivstovufólkum og so mongum øðrum var so mangt annað á skránni. Lærlingarnir vóru nógvir, og hugflogið var stórt, so har varð funnið upp á nógv, og lærlingarnir mannaðu Klaksvíking, sum var stinnur fyrrapartin av seksti árunum.
Í skiftum koyrdi Janus hýruvogn hjá John á Gørðum, og miðskeiðis í sjeyti árunum tók hann skiparaprógv. Janus sigldi í nøkur ár sum stýrimaður við eitt nú Mýlingi og Borgini. Seinni fór hann aftur á bedingina, og seinastu arbeiðsárini var hann einasti lærdi skipstimbrarin.
Áhugamálini hava verið og eru nógv. Janus fylgir væl við KÍ og øllum ítróttinum í heimbygdini. Hann hevur lisið nógv, er meistari í at loysa krossorð, og stóra almenna vitanin ger, at hann er førur fyri at geva sítt íkast í práti um alt møguligt. Skeiðið á háskúlanum, har Marius Johannesen, ið var giftur Jónu, mostur Janusar, var stjóri, setir hann stóran prís uppá.
Songrøddin er góð, og Janus var í nógv ár stórur stuðul millum tenorarnar í sangkórinum, og viðhvørt sang hann solo í Betesda, har hann kennir seg eiga sítt andaliga heim.
Í 1978 giftist Janus Hannilenu fødd Isaksen og eisini ættað av Stongunum. Tá ið dótturin kom, varð hon uppkallað eftir ommuni, og Hjørdis og hennara eru sjálvandi eygnasteinarnir hjá foreldrunum. Hjørdis er gift Holgari Johannesen úr Leirvík. Tey eiga tríggjar dreingir – Janus, André og Dánjal – og ommuni og abbanum dáma væl at vitja í Leirvík og at fáa vitjan úr Leirvík.
Teimum báðum, Hannilenu og Janusi, hevur dámað væl at ferðast, og viðhvørt hava tey verið í fleiri mánaðir í Keypmannahavn, har Hannilena hevur arbeitt sum økonoma. Soleiðis var eisini í summar. Tað var, meðan tey hesa ferð vóru í danska høvuðsstaðnum, at Janus brádliga gjørdist ógvuliga illa sjúkur. Tíbetur varð hann innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum, har bestu serfrøðingar tóku sær av honum. Sjúkan bar við sær, at likamligi førleikin er nógv avmarkaður. Nú er Janus aftur í Klaksvík, har hann við áræði er farin undir at læra seg at liva uttan føtur og fingrar.
Í gjár helt Janus 70 ára føðingardagin í Betesda, har mong nýttu høvið at heilsa upp á hann, og tað var sjón fyri søgn, at Janus er takksamur.
Hóast illa raktur av sjúku og við vitanini um, at likamligi førleikin ongantíð aftur verður, sum hann hevur verið, segði hann á sjúkraleguni í Keypmannahavn, hvussu fegin hann var um lívið, og hvussu takksamur hann var fyri, at hann var spardur og aftur fekk møguleika at vera saman við sínum næstu. Í práti við starvsfólkini, sum vóru um hann, høvdu tey á orði, hvussu lívsjáttandi og glaður Janus var. Tað var í sær sjálvum stórur vitnisburður, og Janus fjaldi ikki, hvar styrkin at taka avbjóðingarnar var at finna, og at tað hevði alstóran týdning fyri Hannilenu og hann og teirra, at tey vóru so mong – heima og burturi – sum mintust tey í bønum og heilsanum.
Hannilena hevur verið honum dyggur stuðul, og tá ið stormarnir í summar skolaðu omanyvir Janus, hevði tað alstóran týdning, at hon stóð saman við honum sum drangur í brimi.
Hjartaliga til lukku á 70 ára føðingardegnum skyldmaðurin og vinmaðurin!
----
Jóannes Hansen