Janus Kamban fekk heiðursgávu

Á lítlari samkomu í Tinganesi mikudagin seinnapartin, handaði landstýrismaðurin í mentamálum, Signar, á Brúnni, Janusi Kamban heiðursgávu

Á lítlari samkomu í Tinganesi mikudagin, handaði Signar á Brúnni, landstýrismaður, myndahøggaranum Janus Kamban heiðursgávu, áljóðandi 110.000 krónur.

Eini 10 - 12 fólk vóru samankonin á løgmansskrivstovuni at heiðra elsta listafólk okkara, Janus Kamban. Einamest listafólk, umboð fyri nevndina, ið ger tilmæli til landstýrismannin viðvíkjandi heiðursgávuni og fólk, ið í mentunararbeiði hava havt við Janus at gera og embætisfólk í mentamálastýrinum.

Stórvegis hávi var ikki gjørdur burturúr, ein friðaligur kaffimunnur og leyst prát. Bárður Jákupson, limur í tilmælandi nevndini, hevði orðið vegna nevndina. hann hugleiddi millum annað um navnið Kamban.

- Tað var ættfaðir Janusar, Grímur Kamban, sum í sínari tíð grundaði alla búðseting í Føroyum. Tað er ikki øllum unt at vera av so gamlari ætt. Men hvussu er og iki, við tínum 85 árum ert tú javngamal við nýggju myndlistina, sum gjørdi landnám í Føroyum í 1930 árunum. Hetta var nýygj grein, nýggjur háttur at geva hugi og kenslu listarligan form, sum føroyingar ikki vóru vanir við, segði Bárður Jákupson millum annað.

Hann kom inn á, at í Føroyum hevði skaldskapurin nærum verið einaráðandi listagrein. Nú fóru fólk at nýta pensil ístaðin fyri penn.

- Við avrikum tínum, Janus, hevur tú gjørt títt til, at føroyingar hava tikið við hesi nýggju listagrein og givið henni innivist, so sannførandi, at í dag ber illa til at hugsa sær Føroyar uttan myndlist. Men tað ber eisini illa til at hugsa sær føroyska myndlist, uttan Janus Kamban, segði Bárður Jákupson á samkomuni.

Eisini kom hann inn á megnar avrikini hjá Janusi innan Listafelagið og Listasavnið, har hann nevndi Janus tolna og køna katalysatorin, ið fekk alt at ganga upp.

Bárður nevndi fyrstu føroysku framsýningina, sum var undir krígnum heima hjaá Janusi á Nørrebrogade. Tá kundu tey gávuríku føroysku listafólkini teljast á einari hond. Tað varð hildið at vera gott hjá so lítlari tjóð. Í dag ber ikki til at savna øll føroysk listafólk á einari sýning, so menningin, ið Janus hevur upplivað, hevur verið stór.

Bárður endaði við at endurgeva úr bókini um Janus, sum Listasavnið gav út og Gunnar Hoydal skrivaði. Har er nevnt um trongu korini hjá listafólki, sum komu heim eftir kríggið. Men Janus sigur í bókini, at tey hugsaðu tá ikki um innløguna, tað var einfaldari enn so, tey hildu seg hava verk at gera í Føroym.


Stóra virðing

Síðani hevði Signar á Brúnni, landstýrismaður, orðið. Hann nevndi, at hann altíð hevði havt áhuga fyri list, ikki minst listaøkinum, sum Janus hevur arbeitt við. Signar á Brúnni helt, at felst øll munnu vit kenna høggmyndirnar hjá Janusi og Signar á Brúnni segði, at hann hevur almilka virðing fyri arbeiðinum hjá Janusi Kamban. At Janus var millum tey fyrstu, ið fekk sær útbúgving, ella bara tað at útbúgva seg á hesum øki, skapar enn størri virðing, segði Signar á Brúnni.

- At tora at byrja uppá nakað nýtt og at vita, at eftir lokna útbúgving, so kastar hetta ikki nógvan pening av sær, skapar uppaftur størri virðing fyri tygum, segði Signar á Brúnni listamaður millum annað.

Hann nevndi eisini tann vilja og áraæði, sum Janus og aðrir listamenn hava víst, og sum hava skapað økta virðing fyri listini. Hesum kunnu vit nú heysta fruktirnar av, helt landstýrismaðurin.

- Vit hava fingið nakrar upphæddir á fíggjarlógina til at veita listarmonnum, sum hava skarað framúr, eina heiðursgávu. Vit hava í 1998 latið eina til rithøvundar, til Regin Dahl. So hava vit eina innan listina og hon verður latin tygum, Janus Kamban. Eg kann siga fyri meg, at eg eri sera glaður kunna veita júst tygum hesa fyrstu hiðursgávuna, segði landstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni.

Síðani las hann upp úr heiðursbrævinum grundgevingina fyri at lata Janusi Kamban heiðursgávuna. Og síðan handaði Signar á Brúnni Janusi Kamban heiðursgávuna.

- Sjáldan fáa politikarar loyvi at veita ein kekk, men tað kenn eg í dag. Tað er ein kekkur áljóðandi 110.000 krónur. Hjartaliga tillukku, segði Signar á Brúnni og handaði skreytblað og kekk.


Janus Kamban takkaði fyri heiðurin, sum hann segði kom óvart á seg. Hann helt, at Listafelagið mundi hava havt ein fingur við í spælinum og tað var tann tíð, tá ein var virkin har, segði Janus Kamban.

- Eg skilji, at felagið er virki og við sítt fríska lív. Arbeitt verður aftur við at fyrireika eina føroyska framsýning í Keymannahavn, Bárður nevndi tað fyrstu og hetta verður so tann fjórða, segði Janus, sum gleddist um, at so nógv lív er í felagnum, sum hevur staðið honum so nær.

Hann takkaði Undirvísingar- og mentamálastýrinum fyri heiðurin og stuðulin, sum hann fegnaðist um.

Annars helt Janus Kamban, at nú var ikki so ógv virksemi longur á ellis árum og hann endurgav J.H. Wessel fyri at hava sagt, at "I alderdommen man mere fryser end man sveder".

Hann vónaði tó, at meira lív kom í, nú aftur fór at vára.


Grundgevingin

Sum myndahøggari hevur Janus Kamban brotið upp úr nýggjum og vegað gøtur. Hábærslig tign lýsir av eymu og virðiligu bringumyndum hansara, ið eru granskandi persónslýsingar. Standmyndirnar lýsa føroyska gerandisdagin. Útróðrarmenn við bátum sínum og reiðskapi, grindamenn, fiskagentur, neytakonur og seyðamenn, kvøðarar og skøld verða lýst við spekt og sóma og hugskygnari vitan um treytir og kor. Einfalt skap og reinar linjur eyðkenna høggmyndir Janusar, eins og tann smidliga føroyska bátin, ið hann hevur tikið fram og lýst við innliving og sannførandi formkenslu í grafisku myndum sínum. Í linoskurðunum eru myndevnini havið og fjøran og tað lív, ið rørist kring bátar og skip við lendingar og bryggjur. Seyður og neyt, fuglur og hvalur eru partar av hesum íheimliga veruleika.