Janus Kamban: - Sum listamaður er ein altíð leitandi

Janus Kamban fekk mikudagin heiðursgávu. Signar á Brúnni, lanndstýrismaður í mentamálum, handaði heiðursgávuna á lítlari samkomu í Tinganesi.

Hóast hann hevur 85 ár á baki, so er hann enn spelkin á at líta og skilinum bilar einki. Ein hevði ikki mett hann at verið farnan um áttati.

Vit hittu Føroya elsta listamann, eftir at hann hevði fingið heiðursgávuna handaða og spurdu fyrst, hvussu tað kennist at fáa slíka heiðursgávu?

- Tað er júst sum við fótbóltsleikarunum, tá teir verða spurdir; hvussu kendi tú tað, tá tú gjørdi mál? Tað er ilt at svara, sigur Janus Kamban og lær, men hann sigur, at tað fløvar at fáa slíka viðurkenning.

- Eg hevði ikki varhuga av hesum. Bárður (Jákupsson, blðm.) kom yvir til mín fyrradagin og boðaði mær frá, nú høvdu tey avgjørt, at nú skuldi eg fáa hesa gávuna. Nú fekk Regin Dahl eina heiðursgávu og eg helt tað vera sera vakurt og gott, at nú fekk Regin eina virðisløn einaferð í lívinum. So hugsaði eg ikki meira um tað. Eg rokni við, at teir ætla, at hetta skal verða siður og tað verður helst úr øvugta endanum, ella hvussu ein skal siga, tí hvørki eg ella Regin gera tær stóru skreytirnar longur, sigur Janus Kamban.

Hevur tað týdning fyri yngru lista fólkini, at slík heiðurg´va er fingin í lag?

- Tað heur tað helst. tað fyrsta ein hugsar er jú, at tað eru so nógvir ungir listamenn, ið treingja kanska meira til tað, enn it gomlu, men eg skilji, at nú er ein øðrvísi mentanarpolitikkur lagdur, og at teir yngru kunnu eisini fáa. Júst hvussu veit eg ikki, kanska eru grunnar, ið teir kunnu søkja, sigur Janus.

Hvat eigur ein at leggja dent á í mentanarpolitikkinum?

- Tað, at ein fær sl´æikan stuðul, sum hendan eg havi fingið, hevur sera nógv at siga fyri listina og listina, tí hjá listafólki er altíð ein ávís óvissa. Ein selur kanska eina mynd nú og tá. Listafólk hava framsýningar og nógv stríð, men selja kanska einki. Men tey blíva við, sigur Janus Kamban, sum metir tað vera stórt famstig og sera týdningarmikið, at mentanarpolitikkurin nú er lagdur innan fastari karmar.

- Tygum vóru millum tey fyrstu í Føroyum, sum fóru av landinum at nema sær útbúgving. Krevur tað ikki ávíst dirvi?

- Eg var millum tey fyrstu, men ikki tann fyrsti. Fyrst fór Birgitta Johannesen, tað hevur verið fyrst í 20'unum. Mikines byrjaði á Akademinum í '28 og eg kom ikki niður til Danmarkarar, fyrr enn í 1930 og byrjaði á Akademinum í '32, sigur Janus, sum nýtti tey fyrstu tvey árini niðri til at fyrireika seg at koma innar á Akademiið.

- Sum listamaður er ein altíð leitandi. Tíbetur hugsar ein ikki so nógv um umstøðurnar, tá ein er ungur. Er kanska meira upptikin av sær sjálvum og hugsar ikki um seinni avleiðingar og hvussu ein skal liva, sigur Janus Kamban, sum heldur, at í grundini hevur tað gingið so nøkulunda hjá sær.

- Men, tað sum ein kallar forstáilsi, tað var jú ongantíð serliga stórt, sigur Janus og nevnir, at fyrst í øldini vóru ætlanir um at gera minnisvarða yvir Nólsoyar Páll. Nevnd var sett, men eingir pengar komu inn og einki kom burturúr og børnini arvaðu nevndarsessirnar.

- Andreas Ziska kom so til mín eftir kríggið og fregnaðist, hvat ein slíkur minnisvarði kom at kosta. Eg greiddi frá, at hann kom at kosta einar 100.000 krónur. Hetta vóru nógvir pengar tá og hann segði, at hann hevði tvær ferðir í lívinum reist 100.000 krónur, hann orkaði ikki einaferð enn, so tað datt niðurfyri, men nú so ein minnisvarði yvir Nólsoyar Páll. Men nú eru eisini øðrvísi tíðr, nú er ansur vaktur fyri listini, metir Janus Kamban, sum metir forstáilsi og áhugan millum fólk vera munandi størri nú, enn fyrr.

- Fólk hava list hangandi inni í heiminum. Tað er heilt vanligt. Tað er ikki langt frá, at hetta er serføroyskt. Fólk keypa tað, teimum dámar. Kemur ein í eitt heim, so kann ein síggja ógvuliga ymiskar málningar. Nøkur velja út og hava kanska gott eyga fyri listini, men ein kann koma í eitt heim og síggja fínar málningar og aðrar, ið hava minni uppá seg, sigur Janus.

Tygum nevndi J.H. Wessel, ið segði okkurt um, at á eldri árum frysti ein meira, enn ein sveittaði. Hvussu er støðan hjá tygum - eru tygum virkin?

- Neu tað er øgiliga lítið eg geri. Vónandi verður betri, tá henda kalda og váta tíðin er av, so kann ein aftur fara at fjasa inni í atelierinum. Eg eri ikki givin at arbeiða, men einki stórvegis er fyri framman, sigur Janus Kamban, sum mikudagin fekk handaða heiðursgávu frá landstýrismanninum í mentamálum, Signar á Brúnni.

Janus gleðir seg til ljósari tíðir, so hann aftur kann fáast við okkurt í arbeiðshølum sínum. Ikki er ov nógv sagt, at við heiðursgávunum, ið latnar eru í seinastuni, tykist føroysk list eisini stevna mót ljósari tíðum.

Vit ynskja Janusi Kamban tilluku við heiðursgávuni.