Janus lisið loyniliga sáttmálan

Uttanflokkatingmaðurin Janus Rein hevur nú valt at lesa loyniliga sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners.

 

Tað ger hann, hóast hann samstundis hevur bundið seg sjálvan av tagnarskyldu um alt, sum stendur í sáttmálanum.

 

Janus Rein er higartil einasti løgtingsmaður, sum hevur valt at skriva undir tagnarskyldu aftur fyri at sleppa at lesa sáttmálan. Tað merkir samstundis, at hann hevur ongan at diskutera innihaldið við.

 

Talan er sum skilst um einar 400 síður av teksti, tá øll fylgiskjølini eru tald við.

 

Janus Rein hevur hartað landsstýrismannin í innlendismálum fyri at gera ein sáttmála, sum er loyniligur fyri almenninginum. Og støðan bleiv ikki betri, nú løgtingið skal viðgera eitt lógaruppskot, sum er smíðað beinleiðis upp ímóti hesum loyniliga sáttmála.

 

- Løgtingið skal viðgera eitt lógaruppskot, sum er skrivað beinleiðis upp ímóti einum loyniligum sáttmála. Sum løgtingsmaður kann eg ikki lóggeva í blindum, og tí valdi eg at biðja um at lesa sáttmálan, sigur Janus Rein.

 

Janus Rein ásannar, at avgerðin um at binda seg sjálvan til tagnarskyldu kann avmarka hansara leiklut, tá lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard kemur til 2. viðgerð í løgtinginum.

 

- Tað vildi kanska verið sigandi fyri støðuna, um eg fór upp á tingsins røðarapall og brúkti mína talitíð í stillheit, sigur Janus Rein.

 

Hoyr samrøðu við Janus Rein við at trýsta á pílin undir myndini.