Janus M. Joensen, sum síðani 1999 hevur verið fastur fúsur á besta HB-liðnum, hevur gjørt av leingja sáttmálan við felagið við tveimum árum afturat.
Janus er ein av leikarunum, sum er uppvaksin í HB, og felagnum dylja tey ikki fyri, at tey eru fegin um, at sterki bakkurin eisini komandi árini verður at síggja á besta liðnum.