Komandi leygardag - tann 14. februar - fer rithøvundurin Hanus Andreassen at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum um skaldið J. H. O. Djurhuus og ta bókmentaligu Janusar-ævisøguna, sum nú er liðug. Fyrilesturin verður kl. 16 seinnapartin.
Høvundurin fór longu fyrst í 801árunum undir at savna saman tilfar til verkið. Tann 2. januar 1990 setti hann seg at skriva handritið. Fyrsta bind kom út í 1994, annað bind í 1995, og triðja og seinasta bind sá dagsins ljós tann 11. desember í fjør.
Longu nú er semja um, at her er talan um slóðbrótandi bókmentagransking. Bókin hevur ein forkunnugan bygnað og skrivingarlagið er eyðkent av stílkenslu og samstundis so livandi, at tað hugtekur eina breiða lesarafjøld.
Í fyrilestrinum fer Hanus at greiða frá, hvussu hugskotið til hetta verkið vaks fram, hvørja hugsanir búgva undir tí, og hví tað hevur fingið júst tann bygnað, tað hevur. Hann fer eisini at peika á nakrar høvuðstættir í Janusar lívi og skaldskapi og seta teir í samband við rák í Føroya søgu og mentasøgu í 20. øld.
Upplestur og sangur eru eisini á skránni. Fólk fáa høvi til at hoyra Tórshavnar Manskór syngja tríggjar sangir eftir Janus. Og Páll Danielsen og Súsanna Tórgarð fara at lesa yrkingar eftir skaldið.
Tey, sum leita niðan í Norðurlandahúsið henda seinnapartin, fáa eisini høvi til at ogna sær signerað eintøk av ævisøguni um skaldið, annaðhvørt við at keypa bindini hvørt sær ella ogna sær verkið alt sum tað er. Eisini verður høvi til at ogna sær heildarútgávuna frá 1988 av Janusar yrkingum, sum Chr. Matras greiddi til prentingar.
Tað er Rithøvundafelag Føroya og Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum skipa fyri Janusarløtuni uppi í Norðurlandahúsinum.
Rithøvundafelagið hevur fyrr saman við Norðurlandahúsinum skipað fyri tiltøkum av hesum slag m.a. um Jens Paula Heinesen, Regin Dahl og K. O. Viderø. Í heyst fyrireikaði felagið saman við Forlagnum Fannum eina bókmentaløtu um Steinbjørn B. Jacobsen. Slík tiltøk eru vanliga væl vitjað.