Japan og Suðurkorea seta ávaringina úr aftur gildi

Bæði Japan og Suðurkorea vóru í holt við at flyta íbúgvar úr pørtum av landinum. Men, stutta tíð eftir fráboðanina um møguliga burturflyting, komu nýggj boð um, at norðurkoreanska rakettin var fallin.

Bæði Japan og Suðurkorea seta nú úr aftur gildi neyðávaringina og fráboðaninar um møguliga burturflyting av íbúgvum í samband við, at Norðurkorea skuldi hava skotið upp eina ballistiska rakett.

 

- Ávaringin um møguliga burturfyting av íbúgvum úr Seoul var eitt mistak, sigur innanríkisráðið í Suðurkorea nú í einari útsøgn, sum útlendskir miðlar endurgeva.

 

Bæði Japan og Suðurkorea vóru í holt við at flyta íbúgvar úr pørtum av landinum. Men, stutta tíð eftir fráboðanina um møguliga burturflyting, komu nýggj boð um, at norðurkoreanska rakettin var fallin.

 

Sambært tíðindastovuni Reuters fóru ávaringarlúðrar í gongd í suðurkoreanska høvuðsstaðnum. Suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap sigur nú, at myndugleikarnir har hava kallað inn til fundar í nationala trygdarráðnum.

 

Tað, sum hendi í Japan og Suðurkorea í kvøld, er ein avleiðing av, at Norðurkorea mánadagin boðaði frá, at landið í juni fór at skjóta upp ein njósnarafylgisvein, sum landið skal brúka til at fylgja við flytingum hjá amerikanska hervaldinum.

 

Japanskir myndugleikar hava sagt seg hava varhugan av, at orðið fylgisveinur er loyniorð fyri eina rakett, og Japan stúrdi fyri, at Norðurkorea í kvøld fór at skjóta upp eina langtberandi ballistiska rakett.

 

Tíðindastovan NTB endurgevur eisini hesi tíðindi í kvøld, sum eftir øllum at døma fingu Japan og Suðurkorea upp úr stólunum.