Japanskur áleypari til Manchester United

Louis van Gaal ætlar sær ein áleypara hjá bundesligaliðnum Mainz 05

Trýst er á høvuðsvenjaran hjá Manchester United, Louis van Gaal at styrkja liðið hjá sær, so United kann vinna sær eitt Champions League pláss til komandi kappingarár, og niðurlendski venjarin tykist ikki at liggja á løtu síðuni nú flytingarvindeygað er opið.

 

Størsta mangulvøran hjá Manchester United er ein effektivur áleypari, og røddir hava verið frammi, sum hava ynskt at fáa meksikanska Javier Hernandez aftur til Old Trafford.

 

Men nú er sjóneykan hjá Louis van Gaal sett á japanska áleyparan, Yoshinori Muto, sum spælir við týska bundesligaliðnum Mainz05. Yoshinori Muto hevur higartil skotið sjey mál, og hevur lagt upp til tvey mál hjá Mainz05. Hann bleiv keyptur frá FC Tokyo farna summar. 

 

Tað fer at kosta eina upphædd, sum svarar til 156 miljónir krónur í okkara peningi hjá Manchester United at ogna sær undirskriftina hjá Yoshinori Muto. 

 

Yoshinori Muto er 23 ára gamal. Hann hevur spælt 17 landsdystir fyri Japan. Í hesum 17 landsdystunum hevur hann skotið tvey mál.