11.-13. oktober fær landsins leiðsla forkunnuga vitjan. Japanski sendiharrin, Gotaro Ogawa, og fyrsti skrivari hansara, Hajime Matsumura, koma nevniliga á vitjan
Teir fara at hava úr at gera, japanski sendiharrin og fyrsti skrivari hansara, á teirra fyrstu vitjan í Føroyum.
11. oktober koma lenda teir í Vágunum, og longu seinnapartin kl. 14.00 skulu teir á ein fund á Løgmansskriv-stovuni við Jóannesi Eidesgaard. Við á fund-inum verða eisini umboð frá
Seinni seinnapartin skulu teir aftur á fund, hesuferð við Herálv Joensen, skrivara hjá fiskimálaráharra okkara, Bjørn Kalsø.
Kl. 19.30 verður løgmaður vertur fyri einum officiellum døgverða.
Týsdagin 12. oktober
Var mánadagurin strævin, verður týsdagurin hvaðna verri. Teir skulu nevniliga aftur fundast, og tað verður allan dagin á tamb.
Tann fyrsti fundurin á skránni verður kl. 09.00 í Tinginum, har Edmund Joensen, tingformaður, fer at greiða teimum frá um tingarbeiði og søgu Føroya Løgtings.
Síðani hava teir ein fund um tíman allan fyrrapartin.
skulu Gotaro Ogawa og Hajime Matsumura niðan í Norðurlandahús-ið, har Helga Hjørvar, stjóri, fer at vísa teimum runt og greiða frá virkseminum í Norðurlandahúsinum.
Kl. 11.00 skulu teir oman á býráðið, har Jan Christiansen tekur ímóti teimum og fer at siga frá.
Kl. 12.00 verður ein døgverðafundur við Olav Enemoto.
Eftir døgverða kl 14.00 er ein vitjan á Faroe seafood tilrættisløgd. Her fer Andreas F. Hansen at greiða frá. Seinni fara teir eisini ein túr til Fuglafjørð, har teir gestirnir fáa høvi at síggja eitt alibrúk.
Mikudagur 13. oktober
Mikudagurin verður eisini strævin. Teir byrja við einum fundi við Jørn Astrup Hansen, bankastjóra.
Síðani fara teir á Fróðskaparsetrið, har antin Malan Marnersdóttir ella Jóan Pauli Joensen fara at greiða teimum frá um okkara einasta universitet.
Eftir tað, verður farið ein túr á listasavnið, har Mathea Hilduberg fer at vísa teimum føroyska list.
Síðsti fundurin verður ein døgverða fundur, sum sendiharrin Gotaro verður vertur fyri. Boðin við sum gestur er Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum.
Seint seinnapartin fara so japonsku gestirnir avstað aftur.
?eys?