Er tað rætt av tí almenna sjónvarpinum at senda beinleiðis frá jarðarferðini hjá einari smágentu, sum bleiv burturflutt og myrd, og hvør er grundgevingin? Tað spyrja nógvir sviar, nú SVT hevur gjørt av at senda beinleiðis, tá Engla Höglund fer til gravar úr kirkjuni í Stjärnsund í morgin. Tann 10 ára gamla gentan bleiv burturflutt og varð seinni funnin myrd. Drápsmaðurin er tikin.
Í dag kom fram, at spurningurin um at senda jarðarferðina í sjónvarpinum hevur elvt til nógv kjak millum starvsfólkið í SVT, og at næstan 90 prosent av teimum eru ímóti avgerðini. Tey halda, at leiðslan hevur misskilt hugtakið "public service", um hon leggur sendingina í morgin í ta skuffuna.
Men leiðslan stendur við sítt, og tí verður jarðarferðin hjá Englu Höglund send beinleiðis í svenska sjónvarpinum í morgin.