Búgvið eftir Eik Grunnin er gjørt upp. Einasti kravánari fær 0,93 prosent í dividendu, og grunnurin fer nú í søguna.
Eitt kapitul í føroyskari fíggjarsøgu endaði fyrrapartin, tá búgvið eftir gamla Eik Grunnin varð endaliga gjørt upp í Skiftirættinum.
Á endaliga skiftifundinum varð ført fram, at leypandi ”millumverandi” millum Eik Grunnin og Eik Banka vanliga lá um 400 milliónir krónur. Somuleiðis varð ført fram, at ein røð av ivasomum ”transaktiónum” fóru fram millum Eik Grunnin og Eik Banka.
Endurstovnaði Eik Banki Føroya er eisini einasti kravánari móti kollsiglda Eik Grunninum. Góðkenda kravið er 346.769.000 krónur.
Men, ikki heilt óvæntað, var lítið at koma eftir. Tá avtornaði var dividendan 0,93 prosent.
Samlaðu ognirnar í Eik Grunninum eru, sambært búroknskapinum, gjørdar upp til góðar 3,7 milliónir krónur. Kurator, Christian Andreasen, fær 500.000 krónur fyri sítt arbeiði at gera búgvið upp. Eisini eru onnur, smærri krøv fyri tilsamans góðar 14.000 krónur.
Eik Banki fær tí 3.225.049,81 krónur burtur úr trotabúnum eftir gamla Eik Grunnin.
Umframt kurator møtti bara Skráseting Føroya á endaliga skiftifundinum yvir Eik Grunnin.
Júst leikluturin hjá Skrásetingini skal nú kannast út í æsir í málinum um Eik Grunnin. Løgtingið hevur samtykt at seta eina grein-19 nevnd, sum skal kanna virksemið hjá Eik Grunninum, tíðarskeiðið 2002 til 2010. Og somuleiðis skal nevndin kanna leiklutin hjá eftirlitinum, Skráseting Føroya, líka til dagin ídag.
Kærufreistin um búroknskapin er fýra vikur. Mótmælir eingin, er Eik Grunnurin, sum formliga fór konkurs 14. mars í 2011, endaliga farin í søguna.