Jarðskjálvti kostað yvir 200 mannalív í Iran og Irak

Nú verður boðað frá, at 207 fólk eru deyð í Iran og Irak eftir harðan jarðskjálvta í gár, upplýsir iranska tjóðarsjónvarpið.

Minst 207 fólk eru dyeð í Iran og Irak av hørðum jarðskjálvta, sum rakti eitt økið við markið millum londini í gjár.

 

Tað upplýsa mynugleikar í Iran sambært AFP tíðindastovuni.

 

Samstundis leita bjargingarlið eftir fleiri hundrað særdum eftir jarðskjálvtan.

 

Minst 164 eru deyð í Iran, uppl´syir talsmaður fyri iransku tilbúgvingina.

 

Myndugleikarnir í økinum halda, at deyðstalið verður enn hægri, tá bjargingarliðini koma út til fjartliggjandi býirnar í Iran.

 

97 skulu vera deyð í býnum Sarpol-e Zahab, sum liggur um 15 kilometrar frá marinum til Irak.

 

Kurdiskir myndugleikar hava roknað støddin á jarðskjálvtanum til 7,3, upplýsir amerikanska kanningarstøðin USGS.

 

Ringast rakt í Irak er eftir øllum at døma býurin Darbandkhan.

 

Jarðskjálvtamiðdeplin var í Halabja í Irak í ein landssinning úr stóra býnum al-Sulaymaniyah – bert 30 kilometrar frá markinum til grannalandið Iran.

 

Skjálvtin førdi til, at streymurin fór í fleiri býum. Fleiri túsund fólk eru farin út a gøturnar av ótta fyri eftirskjálvtum.

 

– Náttarmyrkrið ger tað trupult fyri tyrlur at flúgva til raktu økini, og nakrir vegir eru blokkeraðir. Vit óttast støðuna í fjartliggjandi bygdunum, sigur iranski innanríkisráðharrin, Abdolreza Rahmani Fazli.

 

Í minst 14 landspørtum í Iran merkist skjálvtin, skrivar tíðindastovan Ilna.

 

Í irakskum sjonvarpi verður tosað um oyðilåeggingar í átta bygdum í Iran.

 

Á sosialu miðlunum verður skrivað úr Irak um, at tey hava merkt harðar skjálvtar.

 

Eitt tíðindafólk hjá fronsku tíðindastovuni AFP sigur, at ristingarnar í Bagdad vardu í eini sekund.