Jari Lykke formaður

Koyrilærarafelagið hevði eykaaðalfund fríggjadagin 24. apríl og var nýggj nevnd vald.

Niels Petur Olsen ynskti ikki at halda fram sum formaður, so Jari Lykke varð valdur til nýggjan formann. Fyri Stanley Olsen og John Christiansen vóru Andrea Isaksen og Benny Ejdesgaard vald í nevndina, sum ein av komandi døgunum fer at skipa seg.


Á fundinum var m.a. ynski frammi um at fáa eitt búmerkið, sum limir í koyrilærarafelagnum kunnu brúka á skúlavogninum og í lýsingum, um teir ynskja tað.


Jari Lykke sigur, at onnur ynski vóru frammi, m.a. at limir í felagnum ikki skulu samstarva við limir sum ikki eru limir í felagnum, skeið í fyrstuhjálp, eisini var ein hálkubreyt uppi at venda á fundinum. Hetta er nakað av tí, sum komandi nevndin fer at hyggja nærri eftir sigur Jari Lykke at enda.


www.koyrilararin.fo