Jarnbardur hevur framvegis fullan pott

Eisini í tí sætta FM-róðrinum vann Jarnbardur ein greiðan sigur

Í seksmannaførum hjá kvinnum er eingin slingur í valsinum hjá Jarnbardi.

 

Tær á Jarnbardi vunnu aftur í dag á vestanstevnu í stórum stíli. 

 

Jarnbardur vann við tíðini 04:51.16. Nummar tvey var Sundabáturin við tíðini 05:00.07. Nummar trý var Riddarin við tíðini 05:04.21. Páll Fangi var nummar fýra.

 

Jarnbardur hevur fullan pott, 42 av 42 møguligum stigum. Nummar tvey er Riddarein við 32 stigum og nummar trý er Páll Fangi við 31 stigum. Sundabáturin hevur 19 stig. Aftast eru Tvørábáturin og Sjódrekin við trimum stigum hvør.