Jarnbardur til Scillyoyggjarnar

Tá tíggjumannafarið hjá runavíkingum um nakrar mánaðir skal til Scillyoyggjarnar at rógva kapp, verða teir ikki einsamallir føroyingar á ferðini

Seinastu tvey árini, hava Føroyameistararnir í rógving fyri tíggjumannafør verið á Scilly oyggjunum, har teir hava luttikið í stórari kapping.

Soleiðis verður eisini í ár, tá suverenu vinnararnir av Eysturingi fara til oyggjarnar, har teir seinasta ár fingu sera gott úrslit.


Ikki einsamallir

Hesu ferð verða teir tó ikki einsamallir á ferðini, tí sum skilst, so ætla kvinnurnar á Jarnbardi eisini at royna seg í tí slagnum av rógving, sum kappast verður í á Scilly oyggjunum.

Síðani báturi varð tikin í nýtslu, hevur manningin alla tíðina talst millum bestu kvinnumanningarnar í landinum, og fleiri ferðir hava tær verið bestar, tá stigini fyri árið er tald saman.

Seinasta ár var als eingin ivi, og eins væl og runavíkingarnir, fingu havnargenturnar av bláa bátinum fult stigatal.

Spennandi verður tí at vita, um Føroyar á komandi kappingini kunnu verða umboða í tveimum finalum, sjálvandi treytað av, at Eysturingur eins og seinasta ár vinnur sær pláss í finaluni

Fyri at tryggja sær, at útlitini fyri einum góðum úrsliti eru so góð sum gjørligt, hava genturnar longu verið og roynt serliga bátaslagið, sum róð verður við.

Peningur er sjávsagt eisini neyðugur til eina slíka ferð, og hesum partinum hava genturnar sjálvar syrgt fyri.