Jarnbardur var mest sannførandi av øllum

6-mannafør kvinnur: Bátarnir, sum venja á Havnarvág, endaðu fremstir, men tær umborð á Jarnbardi høvdu roknað við størri mótstøðu

Mest sannførandi vinnarin í øllum kappróðrunum á norðoyastevnu í ár var Jarnbardur, mannaður við kvinnum.

Jarnbardur, sum lá næst vestastur (hann hevði trý talið uppi, men var næst vestastur, tí tær á Stráluni settust aftur vegna sjúku) løgdu seg á odda beinanvegin, tá bátarnir komu á Kósabrúnna, vóru tær leysar av hinum bátunum, og á málinum var munurin øktur til í minsta lagi tríggjar og kanska fýra bátslongdir.

Næstu kappingarneytarnir hjá Jarnbardi vóru Lómur av Argjum og Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag, og tað vil við øðrum orðum siga, at tað vóru teir tríggir bátarnir, sum venja á Havnarvág, sum vunnu trý tey fremstu plássini, men tað var lítil kapping, tí á málinum var Lómur leysur av Gongurólvi.

? Vit ætlaðu okkum at vinna, men vit høvdu roknað við at fingið meiri mótstøðu, enn vit fingu. Vit høvdu roknað við, at vit skuldu togast um oddaplássið inn á málið, men soleiðis gekk tað ikki. Tað var skjótt, at vit sóu aftur á hinar bátarnar, og vit kendu alla tíðina, at vit høvdu tak á tí.

Hetta sigur Katrin Olsen, bátsformaður umborð á Jarnbardi. Kvinnurnar umborð á Jarnbardi hava drúgvar royndir í kappróðri. Fimm teirra vóru við í fjør, tá tær vunnu bæði á Skálafjørðinum og í Vági, ein, sum var við í 1997, tá tær vunnu FM, er komin umborð aftur, og ein hevur róð í fleiri ár við fimmmannaførum.

Í fjør var Hvessingur úr Hvalvík/Streymnesi FM vinnari, men í ár hevur tað ikki eydnast hjá teimum í Sundalagnum at manna bátin:

? Tað er spell. Vit høvdu fegnar vilja havt tær við í kappingini og vunnið á teimum, sigur Katrin Olsen.

Hon veit eisini at siga, at fyrireikingarnar til kappróðrarárið hava verið eitt sindur torførar hjá teimum:

? Tað eru bara tvær vikur síðani báturin hjá okkum var klárur. Tí hava vit verið noyddar at vant við áttamannafarinum Knørri, sum ikki er mannaður í ár. Summar halda, at tað er ein fyrimunur, at vit hava vant við stórum báti, og aðrar halda tað ikki, men vit mugu bara staðfesta, at á norðoyastevnu vísti hetta seg ikki at vera til bága fyri okkum.

Hóast fremstu bátarnir allir so at siga venja í sama sjógvi, so er tað bara á stevnunum, at teir kappast móti hvørjum øðrum:

? Vit kapprógva viðhvørt móti 5-mannaførunum, men vit rógva ongantíð móti Lómi og Gongurólvi uttan í FM róðrunum. Men eg skal ikki siga, at vit ikki lúra eitt sindur eftir hvørjum øðrum, sigur bátsformaðurin á Jarnbardi, sum vann FM í 1991, 1992, 1993 og aftur í 1997. Men enn heldur formaðurin, at tað er alt ov tíðliga at tosa um, hvussu tað verður við FM í ár.