- Javnaðarfelagið virðir ikki demokratiið

Tað sigur Kristin Michelsen í viðmerking í dag. - Spyr Signar Dam hvør støðan er. Eg havi einki hoyrt.

Javnaðarfelagið á Tvøroyri virðir ikki demokratiið. Tað sigur Kristin Michelsen í dag. 

 

Spyr Signar Dam hvør støðan er. Eg havi einki hoyrt aftur, sigur Kristin Michelsen, sum nú er afturvaldur borgarstjóri á Tvøroyri. 

 

Støðan í Javnaðarflokkinum - í øllum førum á Tvøroyri - er nakað spent, nú flokkurin er farin í tvíningar, og Kristin Michelsen aftur er blivin borgarstjóri við stuðul frá uttanflokkalistanum. 

 

Spurningurin er so, hvat nú skal henda. 

 

Tað hevur gingið sum rótasúpan á Tvøroyri, at Kristin Michelsen er ávegis inn í Fólkaflokkin, men hesum vil Kristin Michelsen ikki kennast við. 

 

- Hatta er ein lodrøtt lygn, sigur Kristin Michelsen. 

 

In.fo fylgir málinum.